Neistin - H71 25-24 (14-13)
Neistin fór undir eina stóra uppgávu tá ið liðið tók móti H71 í kvøld. H71 hevði undan dystinum gjørt slætt borð, og vunnið allar sínar fimm dystir, men Neistin var eisini farin at bíta frá sær í seinastuni.
Tað byrjaði eisini sera javnt. Tað tóktist sum H71 hevði hug at liggja á odda, men stutt undan hálvleik tók Neistin leiðsluna og slepti henni ikki aftur fyrr enn stutt fyri dystarlok.
Eftir ein sera javnan dyst eydnaðist tað H71 at leggja seg á odda 23-24 tá ið minni enn tveir minuttir restaðu og. Men Neistaverjan fekk forðað fyri fleiri málum, og tá ið Marjun Danberg sendi bóltin í tómt mál til støðuna 25-24 vóru eini 15 sekund eftir at leika. Tað var um reppið at H71 slapp til møguleika, men Neistin fekk takklað, og tíðin rann út, so at Neistin kundi fegnast um at hava vunnið á oddaliðnum í SMS-deildini.
Málskjúttar hjá Neistanum
Ingunn K. Persson 5, Stina Madsen 4, Fríða á Dunga 3, Hjørdis Viðstein 3, Marjun Danberg 3, Bára Hansen 3, Sofie Søberg 3
Málskjúttar hjá H71
Marita Mortensen 7, Maria H. Weyhe 5, Durita T. Joensen 5, Eva Barba Arge 3, Anna á Steig 2, Karin Simonsen 1, Guðrið á Borg 1
Støðan í SMS-deildini (hsf.fo)
1 | VÍF | 7 | 196 | 153 | 43 | 11 |
2 | Neistin | 8 | 189 | 170 | 19 | 11 |
3 | H71 | 6 | 169 | 148 | 21 | 10 |
4 | Kyndil | 6 | 135 | 160 | -25 | 4 |
5 | Stjørnan | 6 | 138 | 150 | -12 | 3 |
6 | StÍF | 7 | 134 | 180 | -46 | 1 |