Søguliga stórur sigur til Liverpool móti United

Premier League: Liverpool vann í gjár met stóran sigur á Manchester United

Mynd: (Scanpix) Mohamed Salah fegnast um at hava skorað til 6-0 og samstundis tikið Premier League metið frá Robbie Fowler

Liverpool vann í gjár heili 7-0 á Manchester United í 26. umfari í Premier League. Hetta er størsta tapið hjá Manchester United í Premier League søguni. Ikki síðani 1931 hevur Manchester United verið fyri slíkum stórtapi. Hetta er eisini størsti sigurin hjá Liverpool í arvafíggindauppgerðini móti Manchester United.

Mohamed Salah skoraði tvær ferðir og tað merkir, at hann kemur upp á 129 mál í Premier League samanhangi. Tað er eitt fleiri enn Robbie Fowler, sum átti metið undan honum. Premier League bleiv sett á stovn í 1992.

Cody Gakpo, Darwin Núñez og Mohamed Salah skoraðu tvey í part, meðan Roberto Firmino skoraði sjeynda og seinasta málið. Roberto Firmino hevur í vikuni boðað frá, at hann gevst í Liverpool eftir hetta kappingarárið, tá sáttmálin gongur út.

1Arsenal26203359:2563
2Manchester City26184466:2558
3Manchester Utd25154641:3549
4Tottenham26143946:3645
5Liverpool25126747:2842
6Newcastle241011335:1741
7Fulham25116836:3139
8Brighton23115743:2938
9Brentford23811437:3035
10Chelsea2597924:2534
11Aston Villa251041131:3834
12Crystal Palace25691021:3227
13Wolves26761319:3527
14Nottingham F.25681120:4426
15Leicester25731536:4324
16West Ham25651423:3323
17Leeds25571329:4022
18Everton26571419:3822
19Southampton25631620:4121
20Bournemouth25561424:5121

Mynd: (Scanpix) Mohamed Salah fegnast um at hava skorað til 6-0 og samstundis tikið Premier League metið frá Robbie Fowler