Á SøluRásini í Ítróttarhøllini á Skála, sum letur upp í morgin og sunnudagin klokkan 15.30, hevur í nógv ár verið fastur táttur at skipa fyri ymiskum undirhaldi, báðar dagarnar, meðan stevnan er. Hetta er ivaleyst eisini ein orsøk til, at stevnan á Skála hevur yvirlivað øll hesi sekstan árini, samstundis sum nógvar aðrar slíkar stevnur ikki eru longur.
Ein tíma eftir, at SøluRásin letur upp, fer Sámal Ravnsfjall á pallin. Sámal er altíð áhugaverdur at lurta eftir. Heilt fram til klokkan 21 leygarkvøldið, tá Jens Marni Hansen og Pauli Magnussen fara á pallin, verður undirhald.
Nevnast kann, at klokkan 17.30 og klokkan 20 í annaðkvøld verða mótasýningar, og klokkan 19 fara TrøllaPætur og TrøllaOmman á pallin.
Av undirhaldi sunnudagin kann nevnast, at mótasýningar verða klokkan 16.30 og 19, og fyrsta tónleikatiltakið sunnudagin verður klokkan 18, tá Kular Røtur fara á pallin.
Løtan, sum ivaleyst fer at savna nógv fólk við pallin í Ítróttarhøllini á Skála, verður sunnukvøldið klokkan 20.15, tá Eyðun Nolsøe og Terji Rasmussen fara at syngja og spæla.
Anfinn Gærdum, samskipari av SøluRásini á Skála sigur, at góðir vinningar verða at vinna báðar dagarnar, og drigið verður millum seld atgongumerki. Tað síðsta, sum hendir bæði kvøldini, er, at trekt verður á pallinum um ymiskar vinningar millum seld atgongumerki fyri dagin.
- Sunnukvøldið verður so eisini drigið millum øll seld atgongumerki - fyri báðar dagarnar samanlagt - og her hava vitjandi høvi at ogna sær høvuðsvinningin, sum er tveir kekkar á 4000 krónur. Drigið verður tvær ferðir, sigur Anfinn Gærdum, samskipari og pionerur.
SøluRásin í Ítróttarhøllini á Skála letur aftur sunnukvøldið klokkan 21.30.