Sølvi og teir eru ógvuliga drúgvir

Hóast heimaliðið í fyrra hálvleiki var greitt omaná og legði seg á odda, so megnaðu Jóhan Petur Poulsen og hansara menn at venda gongdini og at vinna við Margáir

Venjarin hjá Víkingi Jóhan Petur Poulsen, sum í vikuni sum fór skrivaði undir nýggjan tríára sáttmála, var alt annað enn nøgdur við tað, sum hansara menn seinnapartin vístu í fyrra hálvleiki við Margáir. Men tað endaði við, at Víkingur vann 2-1, eftir at EB/Streymur í fyrra hálvleiki var frammanfyri 1-0.

 

Tað kendist sum um, at víkingarnir ikki høvdu stemplað inn aftur í landskappingina eftir dystirnar í Europa og nakrar frídagar. Heimamenninir í EB/Streymi løgdu bragdliga fyri. Teir vunnu mest sum allar nærdystirnar í fyrra hálvleiki, og teir spældu seg til nógvar góðar støður og fleiri málmøguleikar.

 

At tað bara einaferð í fyrra hálvleiki eydnaðist heimaliðnum at umseta møguleika til mál vísti seg at vera kostnaðarmikið í seinna hálvleiki.

 

Miðvallarin Óli Eyðsteinsson Poulsen legði beinanvegin EB/Streym á odda eftir deyðbólt og upplegg frá miðverjanum Laurits Norby, og sum fyrri hálvleikur leið hevði EB/Streymur fleiri góðar møguleikar at økja um leiðsluna. Tað kunnu Gutti Dahl-Olsen og Kristian Svabo Eliasen skriva undir uppá.

 

Eftir steðgin hevði Víkingur fríska lotið undan, og tá var bólturin væl meiri á heimahálvuni. Sølvi Vatnhamar javnaði til 1-1. Tá vóru tríggir minuttir av seinna hálvleiki farnir. Kaj Leo í Bartalsstovu, sum í dag var millum teir fyrstu ellivu, átti uppleggið, men heimamálverjin eigur at iðra seg um, at hann ikki megnaði at halda váta bóltinum, ið datt fyri føturnar á Sølva, sum takkaði fyri og fyri 156. ferð var málskjútti í Meistaradeildini, har hann nú hevur spælt 448 dystir.

 

Málið gav av álvara Víkingi blóð á tonna. Víkingarnir vóru meiri á bóltinum, og teir vístu ofta tolið uppspæl. 12 minuttir undan dystarloki eydnaðist tað at skora sigursmálið. Eftir horna úr høgru, sum Sølvi Vatnhamar tók sær av, var tað miðverjin Ingi Arngrímsson, sum við nærra stólpa og við høvdinum setti bóltin í málið.  

 

Sum tað leið fram ímóti dystarenda, legði heimaliðið nógv fyri í royndini at javna, og tá ið valiga leiktíðin var farin, hevði Sowe Ba Lamin stóran møguleika, men landsliðsmálverjin Bárður á Reynatrøð var tryggur millum stólparnar hjá Víkingi.

 

Nú er Víkingur við 29 stigum bara eitt stig aftanfyri B36, sum er nummar trý, og sum hevur spælt ein dyst fleiri enn Víkingur. Um eina viku eigur Víkingur heimavøll ímóti B68.

 

EB/Streymur er á sjeynda plássi við 17 stigum. Tað eru fýra stig aftur til niðurflytingarpláss. Fríggjadagin fer EB/Streymur at spæla á útivølli ímóti 07 Vestur, sum undan dystinum á Svangaskarði í kvøld er á níggjunda plássi við 13 stigum.