Sofía og Philip eru ársins spælarar

Sofía Purkhús Splidt og Philip Freree úr Mjølni eru ársins spælarar í flogbólti

Sofía Purkhús Splidt og Philip Freree úr Mjølni eru ársins spælarar í flogbólti. Gallaveitslan fyri flogbóltsfólkið er byrjað á Giljanesi í kvøld. Flogbóltssamband Føroya skipar fyri og ársins verða kosin. Higartil er greitt hvør hevur vunnið ársins hevari, verjuspælari, blokkari, áleypari og ársins stjørnuskot.

Les eisini: Her eru fleiri ársins

Nú er eisini greitt hvør er kosin til ársins venjara og ársins spælara. Vinnarin hjá kvinnunum gjørdist Sofía Purkhús Splidt, hjá Mjølni, og hjá monnunum varð tað Philip Freree, eisini úr Mjølni, sum vann heiðurin.

##med2## 

Ársins venjari hjá kvinnunum gjørdist Annika á Stongum úr SÍ, og hjá monnunum varð tað Philip Freree, úr Mjølni, sum vann heiðurin.