Sofía Purkhús: Skoraði og bleiv útvíst

(Champions League – KÍ kvinnur)

– Tað var ein blanding av hita, møði og provokation, soleiðis sigur Sofía Purkús um beinleiðis reyða kortið, sum hon fekk í Champions League dystinum móti Ekonomist úr Montenegro. Dysturin endaði við javnleik 1-1.

Tað mundi koma óvart á tey flestu, sum fylgja við í kvinnufóltbólti í Føroyum, at framherjin hjá KÍ, Sofía Purkhús, fekk beinleiðis reytt kort fyri hevnisøku í Champions League dystinum móti Ekonomist úr Montenegro. Sambært Farosoccer, so er hon bara eina ferð fyrr blivin útvíst.

- Reyða kortið, sum eg fekk, var helst eitt úrslit av hita, møði og provokatión. Tíbetur kom tað seint í dystinum, og vit hava fleiri góðar og klárar leikarar at taka yvir teir næstu dystirnar, so tað ger helst ikki mun, sigur Sofía Purkhús, sum nú hevur leikbann.

KÍ er í Champions League bólki 4, sum verður avgreiddur í nógvum hita í Portugal.

- Tað var serliga hart at spæla í fyrra hálvleiki, tí hitin var so nógvur. Tað vóru 42 hitastig og klárur himmal, greiðir Sofía Purkhús frá.

Mótstøðan úr Montenegro var góð og í KÍ leguni høvdu tær avrátt, at fyrst og fremst verja eina stigi.

- Okkara taktikkur var fyri tað mesta at verja og so at satsa uppa kontra. Montenegro eru rættiliga høgar og sterkar, men vit kempaðu allar sera væl, og vit eru væl nøgdar við, at vit fingu hetta eina stigið, sigur Sofía Purkhús.

Monika Biskopstø  stóð eisini ein branddyst í málinum hjá KÍ, sum hevði úr at gera.

- Monika stóð eisini sera væl í málinum í hennara debut dysti, og bjargaði fleiri vandamiklum álopsroyndum. Vit høvdu eftir statistikkinum einans eitt skot á mál tilsamans, meðan tær høvdu eini 19, so eg trúgvi at vit eru glaðari fyri javnleikin enn tær, sigur Sofía víðari.

Um sjálvt málið hjá sær greiðir Sofía soleiðis frá.

- Málið hjá mær kom við at Monika sendi ein langan bólt beint aftur um teirra miðverju og so bardust eg og ein verjuleikari um bóltin.  Tað endaði við, at eg skeyt bóltin millum beinini á henni og í málið, sigur Sofía Purkhús at enda.

KÍ spælir aftur í morgin móti Club Atletico Ouriense, sum er úr vertlandinum Portugal. Dysturin byrjar klokkan 17.

Champions League – Kvinnur:

KÍ – Ekonomist 1-1 (1-1)

1-0         Sofía Purkhús, 16

1-1        Armisa Kuc, 38

Gult kort: Sigrun Sirdal, Sigrid Jacobsen

Reytt kort: Sofía Purkhús

KÍ: (4-2-3-1)

Monika Biskopstø – Sigrid Jacobsen, Malena Josephsen, Bára S. Klakstein, Katrina Akursmørk – Rannvá Andreasen, Rakul M. Johannesen – Laila Pætursdóttir, Annika R. Petersen(Eyðvør Klakstein 69.min), Maria Thomsen(Sigrun Sirdal 58.min) – Sofía Purkhús

Á bonkinum uttan at koma inn: 

Tove Sólheyg og Ása Klein Olsen

Dysturin í tølum:

KÍ – Ekonomist

Skot á mál: 1-6

Skot við síðuna av: 0-12

Skot á stengurnar: 0-1

Bjargingar: 5-0

Rangstøður: 1-3

Gul kort: 2-2

Reyð kort: 1-0

Bólkur 4:

1.     Zurich 3

2.     KÍ 1

3.     Ekonomist 1

4.     Ouriense

(Kelda www.uefa.com)