Sofus - á egnum veinjgum

Sofus Poulsen, listamaður, lat í gjár upp listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Talan er um øðrvísi sýning, har hann brýtur úr nýggjum. Prísirnar kann áskoðarin tosa við listamannin um

Sofus Poulsen er virkin listamaður. Hann lat í gjár upp listaframsýning í Smiðjuni í Lítlivík.

Hann nevnir sýningina Á egnum veingjum. Hann hevur nevniliga brotið burtur úr nýggjum.

- Fyrr havi eg meira gjørt tað, ið hevur verið uppi í tíðini, tað, ið hevur verið loyvt. Nú verður meira bygt á egnar royndir, sigur Sofus.

- Einasta leið frameftir, er at bróta burturúr nýggjum. Sum Pætur, ið leyp á bláman og upplivdi undrið, hugleiðir Sofus.

Hann hevur sum tema í málningunum landið - Føroyar, og talan er um meira sansaligar upplivingar. Myndirnar eru stórar og eru allar gjørdar í ár. 18 myndir eru við og eru tær olja, akryl og vatnlitir.

Framsýningin Á egnum veingjum hjá Sofusi Poulsen lat upp í gjár og er opin til 12. juli. Opið er frá klokkan 16 - 20 og leygardag frá 12 - 18.

Nakað annað, sum eisini er øðrvísi við sýningini er, at eingin príslisti er.

- Áskoðarin skal ikki bara ganga og síggja pening fyri sær. Prísin kunnu eg og áskoðarin tosa um, sigur Sofus Poulsen, sum bjóðar øllum vælkomnum á árligu juli framsýning sína í Smiðjuni í Lítluvík.s, Justin Philbrow, kassagittar og Kári Sverrisson, fiól.


Skráin fyri stevnuna

Skráin fyri fólkatón-leika-r-stevnuna 2000 er henda:


Mánadagin 10. juli kl. 20 í Losjuni í Gøtugjógv:

Shalder Geo, Økusól, Han-us Johansen, Enekk ? aftaná spæla »Taxi«.


Týsdagin 11. juli kl. 15 í Grasagarði í Havn:

Malick Jagne (Gambia), Gigl.

kl. 19-22 á Háskúlanum í Havn:

Trummuskeið við Malick Jagne úr Gambia. Tilmeld. tlf. 441653 og tlf. 442115 (Jón Tyril).


Mikudagin 12. juli kl. 19.30 í Norður-landa-hús-in-um í Havn:

Hanus Johansen, Økusól, Tone--makeriet (Noreg), Ivory (við Malick Jagne, áslátt--ur).


Hósdagin 13. juli kl. 15 í Listaskálanum í Havn:

Barnatiltak við konsert og dansispølum. Sharon Weiss lærir okkum ymsar dansir, vit læra skjaldur og lurta eftir tónleiki. Ókeypis at-gongd.

Kl. 19.30 í Norður-landa-hús-inum í Havn:

Shalder Geo, Enekk, Utla (Noreg).


Fríggjadagin 14. juli kl. 18.15 umborð á »Smyrli« á veg til Suðuroyar:

Tonemakeriet (Noreg), Hanus Johansen, Anders Hag-berg (Svøríki), Kristian Blak og Mikael Blak.

Kl. 20 í Skálavík:

Enekk, Utla (Noreg).

Kl. 21 í Klubbanum á Tvøroyri:

Tonemakeriet (Noreg), Hanus Johansen, Anders Hagberg (Svøríki), Kristian Blak og Mikael Blak.


Leygardagin 15. juli kl. 15-17 í Grasagarði í Havn:

Gigl, Shalder Geo og An-ders Hagberg (Før./Svør-íki).


Sunnudagin 16. juli kl. 16 í Havnar kirkju:

Niels Midjord, Petur Jákup Eliasen, Hans Jacob Hansen og Kári Sverrisson syngja kingosálmar. Anders Hag-berg, Kristian Blak og Mika-el Blak spæla ljóð-før-is-tónleik.


Mánadagin 17. juli kl. 12 ger Norðlýsið ferð út í Hest, har Anders Hagberg spælir solo í Klæmintsgjógv. Vit vera aftur á Havnini áleið kl. 18.