Á forsíðuni á svenska bilblaðnum Street Xtreme er stór mynd av umbygda Porsche bilinum hjá Sofusi Hansen, og inni í blaðnum eru fýra síður við myndafrásøgn og samrøðu við Sofus, sum varð heiðraður og fekk steyp til ognar fyri flottastu styling av einum Porsche. Á steypinum stendur »Bilsport Action Meet 2007. Pris for bästa Porsche. Tidningen Motorevents«
Sofus var í summar í Svøríki við orangegula Porsche bilinum, har hann fór á Mantorp Bilshow, sum er ein stórfingin framsýning av styling og umbygdum bilum. Á veg til framsýningina var hann steðgaður av áhugaðum myndafólki og journalistum frá bilblaðnum Street Xtreme, sum hildu at talan var um ein nýggjan konseptbil, sum var testaður har á leiðini.
Hetta førdi so til, at bilurin hjá Sofusi kom at luttaka á framsýningini og varð heiðraður sum tann flottasti Porsche bilurin á framsýningini.
Stuðli talentum
Sofus sigur, at hann sjálvandi er sera fegin um hendan heiður, men hann hevði ynskt at umstøðurnar vórðu gjørdar í Føroyum til fólk, sum hava hug og evnir til at gera slíkt arbeiði. Hann veit um fleiri sum hava bæði hug og hugflog, men hava ikki umstøður.
Hevði tað verið onkur instansur, sum stuðlaði slíkum ungum talentum, sum veruliga kunnu seta Føroyar á heimskortið, sigur Sofus.
Eisini heldur hann at vit hava brúk fyri einari tekniskari koyribreyt við hálkubreyt, sum kundi verið brúkt til ymisk endamál sum t.d. til frálæruna hjá koyrilærarum,
Eitt stað til tey sum hava hug at koyra skjótt og royna síni mørk. Har kundu tey koyrt sum tey vildu uttan at vera til ampa fyri ferðsluna.
Á hesi breyt kundi verið skipað fyri ymsikum sløgum av kappingum, har luttakararnir eisini kundu farið uttanlands at kappast innan tey ymisku sløgini av motorsporti.
Vit kundu eins væl gjørt Føroyar kendar fyri motorsport, eins og allar aðrar ítróttargreinar, sigur Sofus Hansen.