Mánadagin lat listamaðurin Sofus Poulsen upp framsýning í Smiðjuni í Lítlivík. Sýningin er opin til sunnudagin og til ber at støkka innar millum klokkan 16:00 og 20:00.
Hetta er 3. sýning hjá Sofusi í ár. Hann sigur, at myndirnar fylgja árstíðini og at heystið nú merkir myndirnar. Tær eru forteljandi og tað er ljósið, ið hann arbeiðir við - milda, gráa ljósið.
Sofus arbeiðir fyrst við skitsum, tekningum, og síðani flytir hann myndirnar yvir á lørift, har oljumálningarnir síggja dagsins ljós.
Á sýningini eru 5 stórar akvarellir og 13 oljumálningar.
Cultural Connection
Sofus Poulsen sigur, at hann møguliga skal við á eina sýning í útlondum komandi ár, júst hvar veit hann ikki. Felagsskapurin Cultural Connection hevur sett seg í samband við hann, tí tey har hava sæð eina mynd hjá Sofusi, ið vakti áhuga.
Felagsskapurin Cultural Connection arbeiðir við list í Hollandi og Onglandi. Holendska siðvenjan inan málningalist er sterk, m.a. við at nýta jørðlitir, reytt og brúnt.
Hetta hóskar væl til Sofus, ið eisini hevur arbeitt nakað við hesum.
Enn veit Sofus ikki nærri at greiða frá, júst hvussu leikur fer viðvíkjandi sambandinum til Cultural Connection, men hann fegnast um áhugan og møguleikan fyri, at hann sleppur við á eina sýning.