Sogndal má bíða eitt sindur

Allan Simonsen taldist ímillum eygnavitnini, tá Sogndal síðstu løtuna misti tvey mála leiðslu og tískil bara fekk eitt stig burturúr

Sunnukvøldið var einki serligt lag á føroyingunum í Sogndal. Fyrr um dagin høvdu teir havt vitjan av Hamarkameraterne ella HamKam, sum teir oftast verða nevndir. Í 61. minutti kom Sogndal á odda 2?0, og so bendi alt á, at tað skuldi eydnast føroyska felagnum at vinna tey trý stigini. Um teir høvdu megnað tað, so hevði tað eisini verið púra greitt, at triðja plássið ? og harvið møguleikin at spæla um eitt pláss í bestu deildini ? var komið til høldar. Men soleiðis skuldi tað ikki ganga.

Fyri fyrstu ferð nakrantíð var føroyski landsliðsvenjarin á vitjan í Sogndal. Allan Simonsen taldist millum áskoðararnar á Fosshaugan í Sogndal sunnudagin seinnapartin.


Rógvi venur við

Í løtuni eru fýra av teimum átjan spælarunum, sum Allan Simonsen hevur sent boð eftir til landsliðsferðina til Sveis og Jugoslavia, í Sogndal. Hans Fróði Hansen, Julian Johnsson og Kurt Mørkøre vóru allir ímillum teir fyrstu ellivu sunnudagin. Hans Fróði og Julian vóru við allar 90 minuttirnar, meðan Kurt Mørkøre, sum hevði sæð gula kortið, varð skiftur út, tá tað restaðu 17 minuttir.

Rógvi Jacobsen úr KÍ fór í síðstu viku at royndarvenja í Sogndal. Sunnudagin sá hann heimadystin, og ætlanin hevur verið, at hann skuldi venja við fyrrapartin av hesi vikuni. Mikudagin fara teir fýra føroysku landsliðsspælararnir í Sogndal til Sveis.


Greitt omaná

Sogndal hevði vindin undan í 1. hálvleiki sunnudagin. Tað gekk eitt sindur striltið at fáa skipað miðvallarspælið, men í 27. minutti kom hol á. Eitt fríspark varð lagt innfyri úr átjan metrum, bólturin varð stútaður fyri føturnar á norksa U?21 landsliðsmanninum, Tommy Øren, sum sendi bóltin í málið.

Tað var fagnaður millum spælararnar, og hann gjørdist uppaftur størri, tá ein tími var farin. Tommy Øren royndi seg við skoti úr seytjan metrum, og so var mál.

Sogndal hevði fleiri aðrar møguleikar, men teir fingu ikki fleiri mál. Kurt Mørkøre var tætt við, tá eitt flatt innlegg kom innfyri úr vinstru. Norska pressan vildi vera við, at hevði skógvurin verið tvey nummur størri, so hevði Kurt megnað at stýrt tvørbóltinum í kassan. Í onkrari aðrari støðu var um reppið, at Kurt fekk mál eftir hornaspark.


Skiftisspælarar upp á spæl

Í 71. minutti minkaði HamKam um munin. Málskjútti var Daniel Novak. Hann varð skiftur inn á vøllin í 2. hálvleiki.

Í yvirtíðini javnaði HamKam til 2?2. Málskjútti var Magne Brun, sum var komin á vøllin í 2. hálvleiki.

At tað ikki eydnaðist Sogndal at fáa øll stigini var eitt stórt vónbrot. Stigatapið hevði við sær, at tað framvegis ikki er heilt greitt, um Sogndal sleppur at spæla um eitt pláss í bestu deildini. Kortini bendir alt á, at Sogndal fer at fáa henda møguleikan.

Nú verður steðgur í norsku 1. deildini fram til sunnudagin 15. oktober. Tá skal Sogndal spæla torføran útidyst í Raufoss. Í 26. og síðsta umfarinum, sum er á skránni sunnudagin 22. oktober, skal Sogndal spæla á heimavølli ímóti Kjelsås.

Kurt Mørkøre hevur fingið fimm gul kort, Hans Fróði Hansen hevur fingið fýra gul kort, og Julian Johnsson hevur fingið tvey gul kort. Felags fyri teir allar er, at teir verða leikbannaðir næstu ferð teir síggja gula kortið.