Solariumsól er heilsuskaðilig

- Tað er prógvað, at solariumsól - sjálvt í avmarkaðari nøgd - er helisuskaðilig, sigur Krabbameinsfelagið.

Á heimasíðuni hjá Svimjihøllini í Gundadali 18. juni verður sagt, at solariumsól bara kann takast við at keypa polettir, sum tað verður rópt. Samstundis verður sagt, at 18 ára aldursmark er fyri keypi og brúki av sól, og tá sól skal keypast, krevst, at fólk hava samleikaprógv.

 

Lagt verður aftrat á heimasíðuni, at frá 1. januar 2016 ber ikki longur til at taka sól í Svimjihøllini, tí mentamálanevndin hjá Tórshavnar kommunu hevur gjørt av, at solariumsólirnar skulu takast niður.

 

Á heimasíðuni hjá Krabbameinsfelagnum  5. oktober í ár fegnast formaður felagsins, Jákup N. Olsen, um avgerðina hjá Tórshavnar kommunu.

 

- Vit fegnast um, at kommunan ansar eftir heilsuni hjá borgarum sínum. Vit halda tað vera ábyrgdarleyst, at kommunur bjóða borgarum krabbaelvandi umhvørvi, tá tær samstundis skulu gjalda fyri sjúku og leking hjá borgarum.

 

Formaðurin í Krabbameinsfelagnum sigur, at tað er vísindaliga skjalprógvað, at solariumsól - sjálvt í ógvuliga avmarkaðari nøgd - er helisuskaðilig og kann hava við sær lívshættisligan móðurmerkjakrabba.

 

- Felagið vil tí rósa Tórshavnar kommunu fyri hetta stig, sigur Jákup N. Olsen, formaður í Krabbameinsfelagnum.