Sólarkaffi í Leirvík í morgin

Í morgin, sunnudagin 8. februar, bjóðar Bygdarhúsið í Leirvík til sólarkaffi. Tiltakið hevur mongu seinastu árini givið høvi til at hittast til ein kaffimunn og tær tiltiknu góðu køkurnar, sum kvinnur í bygdini lata

Í morgin, sunnudagin 8. februar, bjóðar Bygdarhúsið í Leirvík til sólarkaffi. Tiltakið hevur mongu seinastu árini givið høvi til at hittast til ein kaffimunn og tær tiltiknu góðu køkurnar, sum kvinnur í bygdini lata.

 

Birita Poulsen, sum hevur ættarbond í Leirvík, fer at framføra nøkur løg.

 

Harumframt verður høvi at síggja myndir, hvussu serliga eldri parturin av húsunum í Leirvík sá út hin 21. mai 1974. Myndirnar stava frá húsaskrásetingini hjá Fornminnissavninum, sum varð gjørd hendan dagin í Leirvík.

 

– Bygdarhúsfelagið bjóðar øllum at vera hjartaliga vælkomin at bjóða sólini vælkomnari aftur til bygdina. Sólarkaffi byrjar sunnudagin kl 15.00.