Soleiðis er støðan í Betrideildini

Tríggir dystir í Betrideildini hjá monnum vórðu spældir í dag

Í dag vóru tríggir dystir í 16. umfari av Betrideildini hjá monnum spældir. Í morgin spæla Víkingur-B36, og dysturin millum KÍ og NSÍ er flutt til september mánað.


HB hevði í ólavsøkudystinum vitjan av TB. Fyrri hálvleikur endaði málleysur, men stutt eftur steðgin skoraði HB. Seinastu 20 minuttirnar av dystinum fekk HB tvey mál afturat og vann trygt.

Á Skála vitjaði ÍF. Skála legði seg á odda við hornasparki eftir eitt korter, men ÍF javnaði lítla løtu seinni. Fimm minuttir fyri leiklok skoraði Skála sigursmálið.

Á Argjum stevndi AB í móti sigri, men í yvirtíðini fekk EB/Streymur brotsspark, og teir javnaðu við tveimum royndum til 1-1.


HB-TB 3-0 (0-0)
1-0: Dan í Soylu, 53.
2-0: Adrian Justinussen, brts., 71.
3-0: Bartal Wardum, 86.

Skála-ÍF 2-1 (1-1)
1-0: Pætur Dam Jacobsen, 14.
1-1: Dávid Langgaard, 15.
2-1: Ronni Møller-Iversen, 85.

AB-EB/S 1-1 (1-0)
1-0: Lukas Giessing, 19.
1-1: Rógvi E. Nielsen, brts., 96.

Betrideildin – støðan
1. Víkingur 15 dystir – 35 stig
2. HB 16 dystir – 33 stig
3. NSÍ 14 dystir – 32 stig
4. KÍ 14 dystir – 32 stig
5. B36 14 dystir – 31 stig
6. Skála 16 dystir – 21 stig
7. TB 16 dystir – 15 stig
8. EB/S 16 dystir – 9 stig
9. ÍF 15 dystir – 5 stig
10. AB 16 dystir – 5 stig

17. umfar
EB/Streymur-TB
Skála-AB
Víkingur-NSÍ
HB-B36
ÍF-KÍ

##ms##