Soleiðis fer Sandoyartunnilin at síggja út

Felagið Eysturoyar- og Sandoyartunlar hevur í dag undirskrivað sáttmála við NCC um at bora undirsjóvartunlarnar báðar.

 

Sum samtykt í Løgtinginum verður tað Eysturoyartunnilin, sum skal borast fyrst, men so skjótt tað er liðugt, verður farið undir at bora Sandoyartunnilin.

 

Avtalan við NCC er verd beint yvir tvær milliardir krónur, meðan samlaði kostnaðurin av tunlinum fer at liggja um 2,6 milliardir krónur, sigur tunnilsfelagið.