Norska løgreglan hevur brúkt ymiskar hættir til tess at finna fram til fólk í leivdunum av leirskriðulopinum í Ask í Gjerdrum kommunu í Noregi. Soleiðis hevur løgreglan eisini brúkt signal frá fartelefonum hjá teimum saknaðu. Higartil hevur løgreglan tó ikki viljað svarað spurninginum, um tey á henda hátt hava fingið nøkur lívstekin úr leivdunum.
Átaksleiðarin hjá løgregluni, Bjørn Christian Willersrud, váttar yvirfyri tv2.no, at løgreglan hevur brúkt signal frá fartelefonum í hesum sambandi, men tey hava eisini brúkt ymiskar aðrar hættir í leitingararbeiðnum.
Bjørn Christian Willersrud sigur, at løgreglan eisini hevur avhoyrt fólk, ið kenna tey saknaðu, eins og løgreglan hevur útvegað sær aðrar upplýsingar um fólkini.
Roynt hevur eisini verið at finna út av um onnur fólk, sum ikki búðu í rakta økinum, kunnu hava verið um hesar leiðir, tá skriðulopið varð, men higartil hevur løgreglan ongar afturmeldingar fingið um, at onnur eru saknað í hesum tíðarskeiði.
Eisini onnur leitingarlið hava sagt, at tey leita ikki í blindum eftir teimum saknaðu, men at tey hava nøkur ávís øki, sum dentur verður lagdur á.
Tað eru sløkkiliðsfólk, sum slóða fyri við vegum og gøtum, sum tey byggja við plátum og ymiskum timbri, soleiðis at tað er tryggari hjá leitingarfólki at koma sær fram í leivdunum. Síðan verða hundar sendir inn í økini at vita, um teir kunnu finna fólk.
Tá hundarnir síðan eru tiknir aftur, fara bjargingarfólk og kanna økini, sum hundarnir hava víst serliga stóran áhuga fyri, og hundarnir hava higartil víst á fleiri av støðunum, har lík eru funnin seinastu dagarnar.
Men, hvussu merkir tað arbeiðið, at sjey lík eru funnin?
- Tað merkist, at eingin enn er funnin á lívi, men hetta gevur okkum sjálvandi vónir um at finna tey seinastu, ið leitað verður eftir, sigur átaksleiðarin hjá løgregluni, Bjørn Christian Willersrud.
Tey, sum leita í leivdunum, vóna framvegis at finna fólk á lívi. Men, tíðin gongur, og tað eru fleiri umstøður, sum mugu vera til steðar fyri, at fólk enn kunnu vera á lívi, eitt nú luft, hiti og atgongd til vatn.