Gerhard Lognberg:
– Sjálvandi skulu vit ganga undan. Vit kunnu ikki loyva okkum at knokkroyta onnur og ikki missa sjálv.
Rigmor Dam:
– Sjálvandi skulu politikararnir ganga undan, bæði við at lækka løn, um tað skal gerast, ferðaendurgjald og eftirløn. Løgtingið átti heldur ikki at viðgjørt sínar egnu lønir.
Eyðgunn Samuelsen:
– Fyri tað fyrsta má eg siga, at løgtingið eigur at halda seg frá at viðgera lønir. Men verður tað gjørt, skulu vit sjálvandi gangan undan.
Helgi Abrahamsen:
– Ja, tað haldi eg. Annars eri eg troyttur av populistiskum uppskotum og fylgi altíð formansskapinum.
Reimund Langgaard:
– Tað eri eg við uppá. Um vit fara fimm prosent niður í løn, vigar tað upp ímóti tí, sum vit fáa í skattalætta.
Hann helt tó, at tingmannalønin eigur at vera hampulig, so fólk ikki aftra seg við at stilla upp. Men lønin er nú ikki so galin, segði hann.
Joen Magnus Rasmussen:
– Jú tað skulu vit. Annars havi eg skilt, at fara tænastumannalønirnar niður, fara okka lønir eisini niður.
Jacob Vestergaard:
– Sjálvsagt skulu vit eisini niður í løn.
Jenis av Rana:
– Eg hevði ongar trupulleikar havt við at farið niður í løn. Tað hevði ikki verið meira enn rímuligt.
Jógvan Skorheim:
– Sjálvandi skulu vit tað. Fara tænastumannalønirnar niður, fara okkara tað eisini. Sjálvstýrisflokkurin legði uppskot fram um at lækka tingmannalønirnar, og tað uppskotið halda vit fast við.