Suðringar vunnu ein sera týðandi 4-0 sigur á AB úti í Vika á Argjum ígjár. Ein sigur sum merkir, at Suðringar nú eru seks stig røttumegin niðurflytingarstrikuna.
Pætur Albinus tók soleiðis samanum dystin á in.fo ígjár: "Eitt mál kom í fyrra hálvleiki, og tað vóru gestirnir úr Suðuroynni, ið fingu tað málið. Tað var Pape Mamadou Faye, sum eftir eitt mistak í AB-verjuni fekk bóltin og sendi hann í málið til hálvleiksstøðuna, 1-0 til TB/FCS/Royn.
Seinni hálvleikur var bara góðar fimm minuttir gamal, tá ið Pape Mamadou Faye aftur var á blettinum og økti til 2-0. Hóast Dánjal Godtfred hjá TB/FCS/Royn fekk seinna gula kortið og varð rikin av vølli, so helt felagsliðið fram við at herja á.
TB/FCS/Royn fekk miðskeiðis í seinna hálvleiki brotsspark, og nærum sjálvsagt var tað íslendski senegalesarin, Pape Mamadou Faye, ið varð settur at skjóta. Hann skoraði, og so hevði hann við reinum hattrikki lagt gestirnar á odda 3-0."
Tað var ikki nógv, ið riggaði hjá AB, og góðar 20 minuttir fyri leiklok var tað Búi Egilsson, sum gjørdi tað til 4-0. Eftir hetta var leyst og liðugt, og tað var ikki nógv lív í síðstu løtuna av dystinum, sum endaði 4-0
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði tá Tróndur Arge segði frá teimum fýra málunum hjá Suðringum. Oddbjørn Joensen var viðmerkjari.
2) Hoyr Oddbjørn Joensen stutt taka samanum dystin.
AB – TB/FCS/Royn 0-4 (0-1)
0-1: Pape Mamadou Faye, 35.
0-2: Pape Mamadou Faye, 51.
0-3: Pape Mamadou Faye, 66.
0-4: Búi Egilsson, 69.
HERber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við hattrick-skjúttan, Pape Mamadou Faye.