Soleiðis skapa vit fólkavøkstur

Fleiri størv, ein øðrvísi vinnupolitikkur og eitt sterkt miðstaðarøkið eru nøkur boð uppá, hvat skal til, fyri at føroyska samfelagið ikki skal avtoftast. Tveir búskaparfrøðingar geva her síni boð uppá, hvat kann gerast búskaparpolitiskt.

Tey flestu eru samd um, at stór tøk skulu takast fyri at venda skeivu gongdini. Men hvar skal samfelagið leggja dentin? Skulu vit hava fleiri útbúgvingar, soleiðis at fólk ikki rýma av landinum? Er yvirhøvur nokk av størvum til tey, ið útbúgva seg? Og eru mentanartilboðini nóg áhugaverd í mun til tilboðini í stórbýunum á meginlandinum? Ella er talan um eina gongd, vit í veruleikanum hava lítla og onga ávirkan á? Pessmistiskar røddir siga, at Føroyar helst ongantíð fara at standa seg í kappingini um gløggu heilarnar, ið leita sær úr Føroyum í lestrarørindum.


Men niðanfyri fáa vit nøkur boð frá Jóannes Jacobsen, granskara á Copenhagen Business School, og Kára Petersen, búskaparfrøðingi í Landsbankanum, ið kunnu birta undir víðari kjak um fólkavøkstur. Teir báðir hava sýnt demografisku viðurskiftunum í Føroyum stóran áhuga.


Størv skapa tilflyting

Ein týðandi spurningur, ið ikki hevur fingið stórvegis rúmd í almenna kjakinum um fólkaminkingina, er spurningurin um arbeiðsskapan. Eitt stabilt livibreyð er fyrsta fortreyt fyri, at útisetar velja at koma aftur. Hesin samanhangur er greiður: minkar arbeiðsloysi, økist tilflytingin til Føroya. Sambært einari greining, sum Kári Petersen hevur gjørt, hevur hetta verið gongdin í nógv ár. Í roynd og veru er fráflytingin ikki stóri trupuleikin, men vantandi tilflytingin, vísir hann á. Fráflytingin úr Føroyum hevur verið støðug yvir fleiri ár, og hevur síðani 2004 ligið um 1600 fólk, og tað er serliga yngra ættarliðið ið leitar sær út í heim í lestrarørindum. Men samstundis er tilflytningin nógv meiri óstøðug enn tølini fyri fráflyting, og er nógv tengd at arbeiðsmøguleikunum. Loysnin er tí bæði einføld og torfør samstundis: Nógv fleiri størv skulu til. Men hvussu skapa vit fleiri størv? Bæði Kári Petersen og Jóannes Jacobsen eru samdir um, at broytingin byrjar við eini vinnupolitiskari umskipan av fiskivinnuni.


Fiskivinnan skal effektiviserast

Í roynd og veru fer ein nátúrlig menning fram í løtuni, har alsamt fleiri størv til høgt útbúgvin vaksa fram í tænastuvinnuni; ein menning ið kundi drigið fleiri væl útbúgvin heimaftur. Men serviðferðin fiskivinnan fær frá politisku skipanini, við serligum skattalættum og verju ímóti kapping, tarnar ferðini á hesi menning. Nýggjar vinnur hava torført við veruliga at fáa fótafestið. Eitt frælst, men væl regulera vinnulív, vísir Jóannes Jacobsen á.

Avtøka av serskipanum og verulig kapping á økinum, høvdu elvt til, at vit fingu færri skip, men samstundis størri yvirskot í fiskivinnuni. Yvirskotið kundi síðani verið brúkt til at gjørt íløgur í nýggjar vinnur, við nýggjum arbeiðsplássum heldur Kári Petersen. Hann heldur ikki, at hetta vildi elvt til arbeiðsloysi í fiskivinnuni, tí talan er um eina rættuliga mobila arbeiðsmegi, ið hevur starvsmøguleikar kring allan heim. Ein fyrimynd er Thor í Hósvík. Teir hava gjørt stórar íløgur, og hava ment seg langt útum landoddarnar. Úrslitið er, at føroyingar, ið arbeiða fyri Thor, hava fingið ein arbeiðsmarknað um allan heim. Men spurningurin er, um effektivisering av fiskivinnuni, í sjálvum sær, elvir til fleiri størv her á landi? Ein vandi kundi verið, at nýggju íløgurnar fara til effektivari maskinur og ikki størv. Kári Petersen heldur tí, at tað almenna skal vera ein aktivur viðspælari, og eggja til íverksetan.


Uppfinna okkum til fólkavøkstur

Sambært Kára Petersen, kundi ein leistur verið, at peningur av seldum veiðiloyvum fór í framtaksgrunnar, ið hava sum skyldu, at seta pening í uppfinningar og íverksetan, og greitt hava stóran vinning sum endamál. Hetta vildi uppá sikt stimbra arbeiðsskapan og tilflyting. Ein fyrimynd á hesum økinum, er sambært honum, Ísrael. Landið hevur sett nógvan pening í framtaksgrunnar, ið hava verið við til at sett eina ørgrynnu av uppfinningum og avleiddum arbeiðsplássum í gongd. Í Føroyum er sannlíkt, at fleiri upplagdar uppfinningar eru at finna innan fiskivinnuna, sum loysnir uppá ítøkiligar trupuleikar, ið tey sum arbeiða innan vinnuna kunnu fáa eyga á.


Men framtaksgrunnarnir skulu virka á marknaðargrundarlagi og ikki vera politiskt stýrdir - Vit hava nógvar uppfinnarar og spennandi hugskot í Føroyum, og um bert ein av tíggju verkætlanum veruliga eydnast, fær hetta stórar ringvirkningar og kann skapa nógv nýggj størv. Avbjóðingin er, at teir framtaksgrunnar vit í løtuni hava, hava tørv á størri rásarúmi, bæði fíggjarliga og við fakligari ráðgeving til íverksetarar. Vit skulu hava grunnar, ið eru lætt atkomiligir, eisini tá ein verkætlan er á byrjunarstigi, men sum samstundis bert velja at seta pening í tær mest lovandi verkætlanirnar, leggur hann dent á. Grunnarnir skulu stuðla frá líka hugskotið og prototypu til sjóseting, og harvið spæla ein virknan leiklut í menningini.


Ein annar týðandi leistur er eitt tættari tilknýti millum granskingarumhvørvið og vinnulívið, eins og vit kenna tað úr øðrum londum. Sambært Kára Petersen, er umráðandi, at stórur partur av játtanini til gransking fer til júst vinnugransking. Úrslitið kann gerast ein nógv øktur produktivitetur.


So ella so skulu vit uppfinna okkum til fólkavøkstur, við at vaksa um samfelagsligu búskaparkøkuna, soleiðis at meiri verður at býta av.

Ein sterkt miðstaðarøkið

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, hevur fatur í rætta endanum, heldur Jóannes Jacobsen, ið fleiri ferðir alment hevur talað fyri, at vit skulu leggja alla orku í miðstaðarøkið, frammum útjaðaramenning. Klassiska argumenti hevur verið, at Føroyar sum heild eru ein útjaðari, og bert við at leggja dent á, at menna eitt fjøltátta og spennandi miðstaðarøkið, kunnu vit venda fólkafráflytningini – í dag er samfelagið, fýrakantað sagt – innrættað til konservativar fiskimenn á bygd. Ungdómur, serliga ungar kvinnur, sum hevur verið í stórbýum í fleiri ár og fingið eina útbúgving og smakk fyri øllum tí, sum eitt stórbýarsamfelag, tímir ikki heimaftur til eitt slíkt samfelag, heldur hann fyri. Loysnin er, at savnað allar kreftir at skapað eitt nútímans miðstaðarøki, ið skal fevna um Vágar, Eysturoy, Streymoy og møguliga Borðoy.


Ítøkiliga snýr tað seg til dømis um ein tunnil undir Skálafjørðin og útbygging av Fróðskaparsetrinum. Tí lykilin til at menna eitt nýmótans føroyskt samfelag, er, umframt umskipan av vinnuni, útbúgvingar møguleikarnir. Sambært Jóannes Jacobsen, er lykilin til fólkavøkstur hægri útbúgving, eisini til teirra, ið missa arbeiði í verandi vinnum. Men spurdur hvørt tað ikki er vandi fyri, at vit útbúgva ungdóm til arbeiðsloysi, heldur hann ikki, at hetta er nakar vandi; sambært honum skulu vit heldur kanna hvørjar útbúgvingar ungdómurin eftirspyr – Ein skal ikki hugsa um, at ungdómurin útbúgvir seg til arbeiðsloysi. Tað royndi man í Danmark í 80unum, og tað fekk ein bráðan enda. Alt ov fá fingu t.d. møguleika at lesa til lækna, og tað gav at bíta í 90unum. Eingin veit hvørjum útbúgvingum tørvur verður á framtíðini, sigur hann.


Alternativir bústaðarmøguleikar

Sera trupult er hjá inntøkuveikum bólkum, at flyta aftur til Føroya, orsaka av dýrum bústøðum. Dýru bústaðirnir gera, at fólk við avmarkaðum tilknýti til arbeiðsmarknaðin, ella pør, har bert annað arbeiðir, hava trupult við at flyta heim aftur og seta føtur undir egið borð. Bústaðirnir eru einfalt ov dýrir, og tað kostar t.d. ofta omanfyri 6000 krónur at leiga ein kjallara í Havn.


Alternativir bústaðir hava tí stóran týdning fyri at venda gongdini. Men Í verandi støðu er torført at seta størri íbúðarverkætlanir í gongd, t.d. fyri tryggingarfeløg og kommunur. Tí tað ber ikki til, kundu tær hugsað sær at gjørt íbúðarfeløg, at fáa rentustuðul til endamálið. Og uttan rentustuðul vera slíkar íbúðir alt ov dýrar at leiga. Hetta vendir sosialt skeivt, tí tann sum eigur fær í dag stuðul úr landskassanum, men tann sum eigur minni og má leiga, fær einki, vísir Kári Petersen á - Fingu íbúðarfeløg rentustuðul, kundi tað loyst seg hjá eitt nú kommunum og størri feløgum, at fari undir størri íbúðarbygging við tilflytingarmøguleikum í huga. Men í verandi løtu loysir hetta seg ikki. Men soleiðis kundu vit givið ungum fólkum fíggjarligt dirvið at flyta heim, hóast tey møguliga ikki hava fult starv, sigur hann.