Soleiðis verður páskaveðrið

Páskir við sól og ælaveðri

Danska veðurstovan DMI roknar við hampuliga góðum veðri í dag. Møguleiki er fyri sól, men vit kunnu eisini vænta einstøk æl.

Í dag verður 5-10 m/s av norði. Onkur æl – møguliga sum vátakavi – men eisini møguleiki fyri sól. Hitin verður millum 3 og 6 stig. Í kvøld og nátt klárt veður, men framvegis ælaveður. Hitin verður millum frostmarkið og 3 stig. Annan páskadag verður 5-10 m/s av norði. Fyrrapartin ælaveður, men út á dagin nakað av sól. Hitin verður um 5 stig, týsnáttina niður móti frostmarkinum.