Keypir tú eina pakkaferð frá einari danskari ferðaskrivstovu, er líkt til, at tú sum kundi ert tryggjaður, fer ferðaskrivstovan brádliga av knóranum. Tær flestu av teimum størstu ferðaskrivstovunum í Danmark eru partur av Rejsegarantifonden.
Hinvegin kunnu føroyskar ferðaskrivstovur ikki gerast partur av Rejsegarantifonden, hevur In.fo skilt.
Á heimasíðuni hjá Rejsegarantifonden verður upplýst, at talan er um ein privatan ábyrgdargrunn, sum veitir kundum hjá ferðskrivstovum í Danmark trygd fyri, at tey ikki kenna sviðan, tá avvarðandi ferðaskrivstova brádliga fer á húsagang.
Les eisini: WeTravel farið á húsagang
Er ferðaskrivstovan, ið hevur selt tær pakkaferðina, ikki partur av Rejsegarantifonden, fært tú ikki ágóðan av hesari tryggingini.
Rejsegarantifonden varðar av pakkaferðum burturav. Ein pakkaferð fevnir um minst tvær ferðaveitingar, eitt nú eina flogferð, og eitt vistarhald, eitt nú á hotelli. Hartil skal ferðin vara í minsta lagi 24 tímar.
Verður flogferðin avbrotin orsakað av, at ferðaskrivstovan, tú ert kundi hjá, fer á húsagang, veitir Rejsegrantifonden tær trygd og endurgjald.
Les eisini: WeTravel húsagangur kann kosta skúlanæmingum kvarta millión
Hesi rættindi fært tú, hevur tú keypt eina pakkaferð frá eini ferðaskrivstovu, ið er limur í Rejsegarantifonden:
- Ert tú komin fram á ferðamálið, tá avvarðandi ferðaskrivstovan fer á húsagang, syrgir Rejsegarantifonden fyri heimferðini.
- Er ferðin ikki byrjað, tá ferðaskrivstovan fer á húsagang, fært tú afturgoldið allar útreiðslur í sambandi við ferðina. Tó geldur hetta ikki møguligar ferðatryggingar, sum kunnu verða lagdar aftrat.
Rejsegarantifonden er privatur sjálvsognarstovnur, ið eftir danskari lóg varð settur á stovn í 1979. Seinasta lógarkunngerðin, ið viðvíkur Rejsegarantifonden, er lógarkunngerð nummar 1023 frá 3. juli í 2018.