Soleiðis fór drápið fram

Ákærin, John Kølbæk, pilkaði frágreiðingina hjá ákærda manninum sundur og gav síðani sína egnu frágreiðing um, hvat fór fram hendan lagnutunga mikudagin í november.

Ákærin, John Kølbæk, pilkaði frágreiðingina hjá ákærda manninum sundur og gav síðani sína egnu frágreiðing um, hvat fór fram hendan lagnutunga mikudagin í november.

 

Hann segði, at ákærdi vildi hava eina avkláring viðvíkjandi leigaranum og húsaleiguni. Á veg upp á altanin misti hann felliknívin, sum hann hevði í skjúrtulummanum, men av ti, at hann var so illa gongdur, valdi hann ikki at fara niður aftur eftir felliknívinum.

 

Hann fór tí beinleiðis í skuffuna, tá hann var komin inn í køkin og tók ein stóran knív hagani.

 

Ákærin segði tað vera mest sannlíkt, at ákærdi stakk órættaða í bringuna tvær ferðir, har djúpra sárið skar eina lívæðr av.

 

Órættaði bakkar tí undan ákærda yvir um borðið og út til altanhurðina, har hann setur seg á ein stól.

 

Órættaði fall síðani har, sum hann seinni varð funnin.

 

Ákærdi er farin upp á aftur og hevur tá plantað knívin í vinstru hond á órættaða, tí hann lá so mikið nær inn at einum skenki við høgru síðu.

 

Hann segði, at hetta er einasta framferð, ið samsvarar við teknisku prógvini.