- Virksemið á dagstovninum í Hvalba fer grundleggjandi fram í nærveru og samveru. Hetta samsvarandi dagstovnalógini og námsfrøðiligu stevnumiðunum. Tí er týdningarmikið, at øll sum koma á stovnin - bæði børn og vaksin - eru frísk.
Tað siga tey í Hvalbiar kommunu í dag, har tey gera burtur úr og vegleiða um, hvussu viðurskiftini á dagstovninum Brosinum framhaldandi eru skipað við atliti til koronu-støðuna í landinum.
- Høvuðstilmælini til tess at avmarka koronu eru alsamt, at øll fólk, sum hava sína gongd á dagstovninum, vaska sær væl og virðiliga um hendurnar við vatni og sápu fleiri ferðir um dagin og møguliga brúka handspritt aftaná.
Víst verður á, at harumframt hevur annar persónligur atburður eisini ávirkan á smittuvandan, sum til dømis lógvatak og klemm.
- Mett verður tó, at tað ber til at skipa børnini í vanligu stovurnar og bólkarnir. Tó so, tá smittutølini eru høg, eiga børn frá ymiskum stovum og bólkum í minst møguligan mun at koma í samband við hvønn annan.
Á heimasíðuni hjá Hvalbiar kommunu í dag - www.hvalba.fo - verður nógv gjørt burtur úr, hvussu tey hava skipað seg á dagstovninum Brosinum í royndini at byrgja upp fyri møguligari smittuspjaðing.