Soleiðis sá út tá Klevstrand sendi út neyðarkall

Alt spældi tíbetur væl av, tá danska farmaskipið kom í havsneyð í ein útnyrðing úr Føroyum. Men, veðrið var ikki tespiligt henda dagin, vísa myndir, sum tyrluskiparin, Andreas Mouritsen, tók.

 

Veðrið var vánaligt á leiðini, og skipið hevði fingið sjógv inn í maskinrúmið. Myndir: Andreas Mouritsen.

Tað var stutt fyri klokkan 07 hin 1. mars, at danska farmaskipið Klevstrand sendi út neyðarkall, tá teir vóru staddir einar 100 fjórðingar í ein útnyrðing úr Mykinesi.

 

- Veðrið var vánaligt á leiðini, og skipið hevði fingið sjógv inn í maskinrúmið. Umvegis Háland og Írland vóru fyrstu boðini frá skipinum, at manningin mátti takast av Klevstrand sum skjótast.

 

Men, sum morgunin leið, fekst meira tamarhald á støðuni, og ætlanin um at taka manningina av skipinum varð slept.   

 

Soleiðis greiðir MRCC frá um hendingina, tá Klevstrand sendi út neyðarkall.

 

Nærmasta skipið hjá neyðstadda farmaskipinum var føroyski frystitrolarin, Brestir.

 

##med2##

 

- Føroyska bjargingartyrlan var skjót á staðnum, um tørvur skuldi verið á henni. Brimil var eisini ávegis móti skipinum, men her kundi ikki siglast skjótt, tí veðrið var so vánaligt.

 

Eisini tyrlan hjá donsku sjóverjuni var klár at fara avstað, um tørvur skuldi verið á tí.

 

Klokkan 15.20 henda dagin, sum farmaskipið sendi út neyðarkall um morgunin, var Brimil hjá Klevstrand og Brestir, sum hevði fylgt farmaskipinum, kundi leysgevast.

 

Tá Brimil var komin á leiðina, kundu eisini tyrlurnar hjá ávikavist Arktis Kommando og Atlantic Airways og Triton leysgevast. Klevstrand og Brimil vórðu á Fuglafirði stívliga eitt samdøgur eftir, at farmaskipið hevði sent út neyðarkall.

 

Tíbetur spældi alt væl av á havleiðunum henda dagin, men myndirnar hjá flogskiparanum, Andreasi Mouritsen, vísa, at veðrið var ikki tespiligt, tá teir komu út til danska farmaskipið.

 

 

 

 

Veðrið var vánaligt á leiðini, og skipið hevði fingið sjógv inn í maskinrúmið. Myndir: Andreas Mouritsen.

Føroyski frystitrolarin Brestir var nærmastur danska farmaskipinum.