Føroyska Veðurstovan sigur í nýggjari forsøgn, at í kvøld verður skýggjað, regn og ælaveður, men tað verður lítið av vindi, og hitin verður um 11 stig.
Føroyska Veðurstovan sigur soleiðis í forsøgnini:
Frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, samdrigið og regn sunnaneftir.
Í kvøld frískt lot upp í frískan vind sunnan ella av landsynningi, 5 til 10 m/s, skýggjað og regn ella ælaveður.
Hitin alt samdøgrið 7 til 11 stig.