Sólglottar og okkurt æli

Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur, sigur at komandi dagarnar verða sólglottar, men okkurt æli, og leygardagurin verður góður.

Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur, sigur at komandi dagarnar verða sólglottar, men okkurt æli, og leygardagurin verður góður.

 

Týsdagin verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi og sólglottar, men eisini okkurt æli. Hitin millum seks og níggju stig.

 

Mikudagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av útsynningi, seinnapartin minni vindur. Sólglottar, men eisini okkurt æli. Hitin millum seks og níggju stig.

 

Hósdagin verður eitt fleyr til gul millum landsynning og landnyrðing og ælingur, men eisini sólglottar. Hitin millum fimm og átta stig.

 

Fríggjadagin verður frískur vindur av landnyrðingi og okkurt æli, leygardagin minni vindur og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum fimm og níggju stig.