Veðrið í Gøtu í dag er sera gott, hóast vánirnar fyri komandi dagarnar fyrr í vikuni sóu alla annað enn góðar út.
Fólk í Gøtu siga, at hetta er besta ætt í Syðrugøtu, so tað verður heldur ikki so kalt um kvøldið.
Tá festivalurin byrjaði, tyktiskt heldur tómligt, men nú koma alsamt fleiri fólk í Gøtu, bæði í tjaldi og við kampingvognum.
Skáin í kvøld er eisini fjølbroytt – og framførslur verða á fýra pallum.
Eitt tað mest forkunnuga føroyska verður á Spæliplássinum 20:25, har Joe and the Shitboys, sum júst eru komnir av Roskildefestivalinum, har teir fingu sera góða umrøðu, fara at spæla. Spennandi verður at uppliva teir.
Á stóra palli byrjar okkara egna Lena Andersen klokkan 19, og klokkan 21 verður ein sera forvitnislig konsert við José Gonzalez.
Nú veðrið er so gott, og tey vænta nógv fólk, heita fyrireikararnir á fólk um at koma í góðar tí, so tað slepst undan longum bíðirøðum, og soleiðis at fólk sleppa skjótt og trygt á festival.
##med2##