Tað byrjar at nærkast til teir fýra Nations League dystirnir hjá føroyska A-landsliðnum vera leiktir í juni, og sæð við landsliðsbrillum var tað ikki so hugaligt at síggja hvussu nógva spælitíð føroyskir útisetar hava fingið hetta vikuskiftið.
Ígjár fekk John Frederiksen eitt gott korter á vøllinum tá lið hansara, Amstetten á heimavølli í dysti í næstbestu eysturríksku deildini leikti javnleik 0-0 á heimavølli móti Horn.
Amstetten er fjórðfremst í deildini við 45 stigum. 15 stig eru upp til oddaliðið, Lustenau.
Petur Knudsen kundi ígjár saman við liðfeløgunum í Lyngby fegnast um ein 3-1 útisigur á Fredericia í uppflytingar-endaspælinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Men sjálvur slapp Petur ikki á vøllin fyrrenn 83 minuttir vóru farnir av dystinum.
Lyngby er saman við Hvidovre næstfremst við 50 stigum. Helsingør er á odda við 51 stigum.
Í kvøld fekk Gilli R. Sørensen ein hálvan tíma á vøllinum fyri Odd, ið tapti 2-3 á heimavølli fyri Aalesund í bestu norsku fótbóltsdeildini.
Odd hevur í fýra teimum fyrstu dystunum hetta kappingarárið vunnið tveir dystir og tapt tveir dystir. Tó er bert eitt stig upp til Bodø/Glimt og Lillestrøm sum liggja fremst í deildini við sjey stigum.