Sonja drotning vitjaði í Tinganes

Í gjáe var kongaliga vitjan í Tinganesi, har norska Sonja drotning var til miðmála

 

Sonja drotning er á privatari vitjan í Føroyum í hesum døgum við norska kongaskipinum, sum liggur við Skansabryggjuna í Havn.

Tó at talan er um privata vitjan, so hevur drotningin verið til ein miðmála hjá løgmanni á middegi í gjár saman við løgtingsforkvinnuni, ríkisumboðnum og borgarstjóranum í Havn.