ÍF setti fyri nakað síðani Petur Simonsen í starv sum venjara hjá felagnum. Nú er so eisini greitt, hvør næsti maður hansara verður.
Tað verður Sonni Jensen, sum eisini er fuglfirðingur, sum verður hjálparvenjari.
Sonni og Petur hava áður samstarvað á venjarabeinkinum. Eitt nú í B36, har teir høvdu góð úrslit fyrst í 90?unum.