Sony Ericsson milliarda undirskot

Telefonframleiðarar merkja í stóran mun kreppuna. Sony Ericsson hevur kunngjørt roknskapin fyri henda ársfjórðingin, og teir hava 2,1 milliard í undirskoti Svensk/japanski fartelefonframleiðarin Sony Ericsson hevur seinasta ársfjórðingin havt eitt undirskot áljóðandi 2,1 milliard kr.

Tað merkir, at sølan er fallin við 43%.

Fíggjarkreppan hevur rakt felagið sera meint, men tað er tó ikki verri enn framskrivingarnar hava víst, skrivar Børsen.

Seinasta ársfjórðing seldi Sony Ericsson nærum 14 milliónir fartelefonir í mun til tær 24,4 milliónirnar, sum vóru seldar sama ársfjórðing í fjør.

Hóast sølan minkar, hevur felagið hækkað prísirnar nakað. Telefonir frá Sony Ericsson eru seinasta ársfjórðingin seldar fyri í miðal 122 euro. Prísurin í fjør var 116 euro.