Sorin Anghel mátti gevast, tá EB/Streymur spældi móti NSÍ mikudagin. Hann fekk ein snudd í knæið og fyribils diagnosan segði, at rumenin skuldi binda frið í fýra vikur. Sorin Anghel er tó komin seg hampiliga skjótt, so í EB/Streymi rokna tey við, at vandamikli áleyparin verður tøkur aftur síðst í hesum mánaðinum. Tá verður ætlandi ein annar vandamikil harri hjá felagsliðnum við aftur eisini, tí í Sundalagnum vóna tey, at Arnbjørn Hansen verður tøkur tá, eftir beinbroti í fótinum, hann fekk móti B71. Tað merkir, at til heimavallardystin móti GÍ tann 28. mai, eigur EB/Streymur fyri fyrstu ferð í ár at kunna mannað álopssessirnar við Sorin og Arnbjørn, sum vóru fastir fúsir til hesar sessir í fjør.