Sosialurin fyllir 92 ár í dag

Í dag eru 92 ár síðani, at Sosialurin kom út á fyrsta sinni. Tað var týsdagin 24. mai í 1927.

Tað var tann nýstovnaði ar­beið­ar­a­flokk­ur­in í Føroyum, Føroya Javn­að­ar­flokk­ur, sum stovnaði Sosialin, sum tá æt »Før­oya Social-Demokrat«. Manna mill­um varð blað­ið bara kallað »Sos­i­al­ur­in«, og tí valdu tey 2. apríl í 1955 at broyta navn­ið til­svar­andi, og síðani hevur blaðið itið »Sos­i­al­urin«.
Tá blaðið flutti í nýggju blaðhúsini á Argj­­­um í 1982 varð roynt at gera blaðið meira til eitt tíðindablað heldur enn eitt pol­­itiskt blað. Tá fekk navnið forskoytið »Tíð­­ind­a­blaðið Sosialurin«. Men í oktober í 2000 varð farið aftur til navnið »Sosia­l­ur­in«.
Talið av bløðum í Føroyum fylgdi tal­i­num av politiskum flokkum. Áðrenn Javn­­að­­ar­flokkurin vóru tveir flokk­ar á tingi, Sam­­­bands­flokk­ur­in og Sjálv­stýr­is­flokk­u­rin. Teir høvdu hvør sítt blað, Dimm­a­lætt­ing og Tinga­kross, sum virk­aðu sum teirra mál­gøgn.
Skuldi ein flokkur vinna sæti á tingi, so var neyð­ugt við einum blað. Tí varð Sos­i­al­urin sett­­ur á stovn.
Næstu flokkarnir eru Fólkaflokkurin (Vinnu­flokkurin) í 1936 og Tjóðveldi í 1950ø Teir stovn­a eisini síni egnu bløð, Dag­blað­ið, sum kom í 1935, og 14. Sep­tem­ber, sum kom á fyrsta sinni í 1947.
Bløðini eru øll hesi árini politiskt heft at sín­­­um flokki, og tað sæst aftur í skriv­ing­ini. Tað er ikki fyrr enn útvarpið kem­ur í 1957, at føroyingar fáa tíðindi, sum eru ó­heft av politiskum áhugamálum. Gam­­aní hava verið onnur bløð eisini, sum ikki hava havt tilknýti til politisku flokk­ar­nar. Men floksbløðini vóru bul­ur­in í føroyska fjøl­miðla­heiminum – áðr­enn Útvarpið .
Politisku flokkarnir sótu framvegis á bløð­u­num heilt fram til aldarskiftið. Í sjeyt­ár­u­num royndi Sosialurin at flyta seg til at vera eitt tíðindablað. Politiska til­knýtið var tó eyðsýnt. Men sum tíðin leið gjørdist floksbandið strævið – bæði fyri Javn­að­arflokkin sum eigara og fyri ó­­heftni hjá blaðnum. Dimmalætting loysti seg eisini spakuliga frá Sam­bands­flokk­i­num, men Dagblaðið og 14. Sep­tem­ber fóru bæði á húsagang, eins og Tinga­kross­ur.
Í 2006 seldi Javnaðarflokkurin blaðið til P/F Miðlafelagið, sum leiðsla og starvs­fólk á Sos­i­al­i­num høvdu stovnað til enda­mál­ið.