Sosialurin setur fokus á kjakmentanina

“Tað næsta verður at pedofilarnir vera normal” skrivar ein kjakar á in.fo herfyri um eina grein um samkynd.

Brot út tíðargrein í Vikuskiftis Sosialinum í dag. Les stórt tema um kjakmenta í blaðnum, sum kom á gøtuni í gjárkvøldið. 

 

“Tað næsta verður at pedofilarnir vera normal” skrivar ein kjakar á in.fo herfyri um eina grein um samkynd. “Eingin er fátækur í Føroyum, hatta eru helvitis nassarar heila lortið. Tey útnytta almannastovuna og tit eru so býtt at tit ikki vita tað”, skrivaði ein annar viðmerkjari til eitt kjak um familjuískoyti hjá samgonguni. “Hasi sokallaðu kristnu eru fanansbesett”, skrivaði ein kjakari um ein trúgvandi persón, í samband við kjakið um hjúnabandslógina.

Vit hava øll talu og skrivifrælsi, men tað kemur við ábyrgd. Tí lata vit øll um okkum ganga, tá ið vit síggja slíkan ræðuligan atburð á netinum, so er vist, at okkara fólkaræði stendur fyri vanda. Haturstala móti øðrum hevur ongantíð og ferð ongantíð at føra nakað gott við sær, meðan konstruktivt kjak um øll samfelagsviðurskifti eru fólkaræðinum at gagni.

Um seinni viðmerkjarin, nevndur omanfyri, heldur hevði skrivað: “Eg taki ikki undir við stuðul til tey fátøku, tí mær vantar enn at skilja, hvussu nakar kann hava tørv á tí í Føroyum. Tað kundi verið áhugavert at frætt meira um”.

Ivaleyst hevði viðkomandi fingið meira burturúr tí og helst fingið onnur at fyrihalda seg kritiskt til evnið, heldur enn at vera ósamdur fyri ósemjunnar skuld.

 

Komandi vikurnar fer Miðlahúsið at varpa ljós á kjakmentan í Føroyum. Um tú ert fyri ella ímóti samkyndari vígslu. Fyri ella ímóti at taka flóttafólk til Føroyar ella at veita stuðul til fátækar føroyingar. Um tú ert fyri ella ímóti uppboðssølu av fiskivinnuni ella blokkstuðli. Hetta er fyri so vítt alt líkamikið, tí tað snýr seg um, hvussu vit bera fram okkara hugsanir, nú hvør einstakur okkara hevur ótarnaðar møguleikar at siga sína hugsan til øll at hoyra. Vit ynskja at eggja til størri umhugsni, tá ið kjakast verður í almenna rúminum, tí givið er, at vit eins og onnur samfeløg hava tørv á at viðurkenna avbjóðingarnar við nýggja samskiftisháttinum og taka trupulleikan í álvara.