»Sound of Glory« í Vesturkirkjuni

Seinasta sunnukvøld hevði TenSing-kórið hjá KFUM & K í Havn, Sound of Glory, eina væleynaða konsert í Vesturkirkjuni. Sangirnir, tey sungu, eru slíkir, sum eru vælkendir úr gospel-heiminum, og so vóru m.a. eisini nakrir fittir barnasangir á skránni. Ætlanin var, at konsertin skuldi vera í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, men var hon flutt til Havnar vegna jarðarferð. Kórið varð stovnað fyri nøkrum fáum árum síðan, og tá ið hetta var fyrsta almenna konsertin, vóru teir ungu kórlimirnir sera spentir. At vera kórleiðari sum tannáringum og at syngja alment, er jú ein stór avbjóðing. Á skránni hjá Sound of Glory er ein ferð um Noreg til Prag í summar, har skipað verður fyri eini stórari stevnu fyri arbeiði hjá KFUM & K í Evropa. Tann góði felagsskapurin, tær spennandi avbjóðingarnar, og ikki minst boðskapurin, sum kórið syngur, ger hetta kórið til eitt týðandi tilboð til ungdóm í Suðurstreymi. Her skal bæði ljóða ein tøkk fyri tað arbeiðið, kórið ger, og ein kunning til teirra, sum hoyrdu lýsingina undan konsertini: Tað var, sum rímiligt er í eini kirkju, ikki dansur sunnukvøldið í Vesturkirkjuni - heldur ikki drama. Ein missskiljing gjørdi, at lýsingin til konsertina, sum skuldi vera í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, var send sum lýsing til Vesturkirkjuna eisini.
Góða ferð til Prag verður ynskt kórium.
Jesus fylgi tykkum!