Tað er løtur sum hetta, sum har tað, at vera formaður í svimjisambandinum, er heimsins lættasta arbeiðið. Soleiðis tók Jon Hestoy, formaður í Svimjisambandinum, ímóti svimjarunum, sum í dag komu aftur frá world cup kappingunum.
Seinnapartin var móttøka á Tryggingrfelagnum Føroyum, har heilt fitt av fólki var komið saman.
- Vit hava svimjarar, ið levera úrslit, ið ongin nakrantíð í lívinum hevði droymt um, at nakað ítróttarfólk kundi gera, segði formaðurin í Svimjisambandinum.
- Eg eri vísur í, at við, at við hjálp frá góðum stuðlum og landinum, er hetta ikki endin av tí, sum svimjararnir kunnu røkka, men bara byrjanin.
Fremsta úrslitið hevði, ikki óvæntað, Pál Joensen, sum vann tvær gull, tríggjar silvur og eina bronsu.
- Eg tori at siga, at hetta er besta úrslit, nakar ítróttarfólk nakrantíð hevur vunnið í eini altjóða kapping, segði Jon Hestoy.
- Hann er ein viti í føroyskum ítrótti, legði Edvard Heen, stjóri í Tryggingini afturat, sum annars fegnaðist um hetta fantastiska bragdið hjá føroysku svimjarunum. Hann hevði enntá hug at samanbera Pál við legendariskar svimjarar sum Mark Spitz og Michael Phelps.
Hann helt, at leikluturin, sum familjan hevur fyri slík úrslit, má ikki undirmetast.
- Kanningar vísa, at nógv flestu ítróttarfólk, sum koma í fremstu røð, hava eina familju, sum stuðlar treytaleyst og tað krevst fyri at koma heilt á tindarnar.
Á myndini eru frá vinstru, Jón Bjarnason, venjari, Magnus Jákupson, Pál Joensen og Birita Debes, svimjarar, Turið Kjørbo, fysioterapeutur og Rókur í Jákupsstovu, ferðaleiðari.