Á Sp/f Vaktargarðinum í Havn hava teir í longri tíð havt ætlanir um at fáa sær ein hjálparbil við í teirra annars fjølbroytta virksemi. Nú er ætlanin blivin veruleiki, og fólk kunnu ringja til Sp/f Vaktargarðin, um tey hava brúk fyri hjálp til eitthvørt, sum hevur við bilin at gera
Bilar
Magnus Gunnarsson
Sp/f Vaktargarðurin víðkar nú virksemi sítt við at teir hava fingið sær ein hjálparbil, har fólk kunnu ringja og fáa veghjálp, alt eftir hvat tørvurin er. Um t.d. bilurin er støðgaður upp fyri bensin, er punkteraður, skal á verkstað, ella at tað av aðrari orsøk er brúk fyri hjálp. Eisini hjá teimum sum eru til arbeiðis ella eru burturstødd og bilurin skal á verkstað, kunnu tey boða Sp/f Vaktargarðinum frá, so heinta teir bilin og fáa hann á verkstað til ásettu tíðina.
Umbygdur til hjálparbil
Maðurin, sum fer at hava bilin undir hond, er Erling Larsen, ið er bilmekanikari, og hevur hann tískil tann førleika, sum skal til fyri at røkja hesa uppgávuna. Tað eru teir báðir John William Old og Brynleif Askildsen, ið hava bygt ein VW LT kassavogn um til at kunna flyta bilar. Hjálparbilurin hevur eitt spæl til at hála bilarnar upp á eina rampu, sum teir koyra inn eftir. Tey, sum hava brúk fyri hjálparbilinum, kunnu ringja til Sp/f Vaktargarðin tel. 314488 ella beinleiðis til bilin á tel. 288488.
Alarmsentralurin
Umframt vaktarhald hjá privatfólki, á fyritøkum, virkisbygningum og umborð á skipum, fer mangt annað um alarmsentralin hjá Sp/f Vaktargarðinum. Teir selja, installera og projektera alarmar, ið eru í beinleiðis sambandi við alarmsentralin, sum til dømis oljufýrtilknýti, sum sigur frá, um oljufýrið er steðgað, eisini um iltnøgdin er sum hon skal á teimum alibrúkum, teir hava samband við, alarmar í lyftum, brandalarmar, tjóvaríalarmar og yvirfallsalarmar. Eisini hava teir avtalu um parkeringsvakt, og stýra ferðsluni á parkeringsplássunum hjá SMS, Rúsdrekkasøluni, Norðurlandahúsinum, Tórshavnar Havn og aðrastaðni, tá nógv ferðsla er.