Tað verður av álvara talt niður í fremstu fótbóltsdeildini. 25. umfar verður seinnapartin ídag.
Bólturin fer á rull á Skála klokkan 15, og síðsta bríkslið verður í Sarpugerði klokkan nakrar minuttir í sjey í kvøld.
Eftir dagsins umfar verður steðgur í landskappingini fram til annan sunnudag. A-landsliðið skal 12. oktober spæla á heimavølli ímóti Rumenia og 15. oktober á heimavølli ímóti Malta, og U-21 landsliðið skal 15. oktober spæla í Ísrael.
Seinnapartin vera tað 9-10 hitastig, tað verður fyri tað mesta turt, og tað vera 10-13 metrar um sekundið av landssynningi.
EB/Streymur – B36: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 16.30
ÍF – AB: Rúni Gaardbo kl. 16.30
Víkingur – KÍ: Eiler Rasmussen kl. 17.00
Skála – TB: Rúni Olsen kl. 15.00
HB – NSÍ: Petur Reinert kl. 16.00
Støðan unda 25. umfari
KÍ | 24 | 18 | 3 | 3 | 53 | 16 | 57 |
B36 | 24 | 18 | 3 | 3 | 48 | 18 | 57 |
NSÍ | 24 | 16 | 3 | 5 | 58 | 27 | 51 |
Víkingur | 24 | 15 | 3 | 6 | 48 | 31 | 48 |
HB | 24 | 13 | 6 | 5 | 57 | 25 | 45 |
Skála | 24 | 9 | 1 | 14 | 25 | 30 | 28 |
TB | 24 | 5 | 4 | 15 | 19 | 47 | 19 |
EB/Streymur | 24 | 5 | 3 | 16 | 24 | 52 | 18 |
AB | 24 | 4 | 3 | 17 | 23 | 59 | 15 |
ÍF | 24 | 1 | 3 | 20 | 21 | 69 | 6 |