Tað er í dag nógv ferðsla og nógv virksemi á og við nýggja fótbóltsvøllin, sum er granni hjá Skúlanum við Løgmannabreyt.
Í samfullar tólv tímar – frá klokkan níggju í morgun og til klokkan níggju í kvøld – verður spælt við fullari ferð á nýggja vøllinum.
Klokkan 17 fer liðið hjá Giza Hoyvík í fyrstu deild at spæla fyrsta landskappingardystin á nýggja heimavøllinum. Tað verður ímóti teimum næstbestu hjá Suðringum.
Vøllurin varð tikin alment í nýtslu fríggjadagin 9. juni.