Spæla í somu høll

Tað verður bert tann eina høllin, sum verður nýtt til dystirnar á Cypros

Men so er talan hinvegin um eina høll, har umstøðurnar í flestar mátar eru í toppi. Hendan liggur skamt uttan fyri Larnaca, har ferðalagið heldur til, og er partur av einum stórum ítróttardepli. Talan er annars um sama depil, sum føroyska fótbóltslandsliðið nýtti til sínar venjingar, tá teir fyri fýra árum síðani vitjaðu á Cypros. Ein onnur høll verður tó eisini nýtt til nakrar av venjingunum hjá liðunum.