Tað var Marilyn Hansen, sum fekk fulla plátu og slapp ígjøgnum í Gekka-spælinum í kvøld. Hon ringdi úr Gøtugjógv og segði seg ongantíð hava spælt Gekk áður, tí hon búði í Danmark.
Høvuðsvinningurin var á 1,7 miljónir krónur, og Marilyn Hansen hevði møguleikan antin at deila upphæddina í teir tríggjar leyparnar við 600.000 krónum í hvørjum leypi - ella at koyra alla upphæddina í ein leyp.
Tað gekk eitt sindur stiltið at fáa hjólið avstað, men eftir nakrar royndir kom hjólið rættiliga upp í ferð, og spælið kundi ganga sína gongd.
Í fyrsta drátti steðgaði hjólið á 15.000 krónum, sum faldað við fimm hevði givið Marilyn Hansen 75.000 krónur. Aftur í øðrum drátti steðgaði hjólið á 15.000 krónum, og hesaferð hevði vinningurin verið 45.000 krónur.
- Aja, vit koyra ahead einferð aftrat, segði Marilyn Hansen, sum enn einaferð setti ferð á hjólið.
Men, heldur ikki hesaferð eydnaðist tað henni at raka ein leyp. Í triðja og seinasta drátti steðgaði gekka-hjólið á 12.500 krónum, pluss 500 krónur fyri seðilin, sum eisini gjørdist vinningurin hjá Marilyn Hansen í kvøld.