Spælið mátti víkja

Egil á Bø, liðformaður hjá EB/Streymi, ásannar, at í gjár mátti spælið víkja fyri úrslitinum.

- Uppleggið var at halda tætt, og sjálvt um tað ikki kom at síggja pent út, so var tað fremsta uppgávan. Vit skuldu vera aggressivir og harðir, so teir ikki komu fyri seg, og tað eydnaðist fyri so vítt, tí eg haldi teir ongantíð gjørdust vandamiklir, sigur Egil á Bø.

Egil á Bø hevur áður spælt steypafinalu við B36, men hetta verður so fyrsta ferðin hann roynir seg í finaluni við EB/Streymi.

– Tað verður øgiliga stuttligt og ein uppliving fyri okkum øll. Nú skulu vit so royna at fara allan vegin, men tað verður ikki bara sum at siga tað, tí vit vita at HB eru sterkir á heimavølli, sigur Egil speiskliga og sipar til, at finalan í ár verður spæld á ovara vølli í Gundadali, og ikki sum undanfarin ár á Tórsvølli.

Egil sigur, at EB/Streymur fyrst og fremst hugsaði um verjupartin, og ikki ynskti at taka óneyðugar kjansi. Hóast hetta eydnaðist tað teimum at fáa eitt mál.

– Alt telur, sjálvt um vit ikki roknaðu vit, at tað fór at vera akkurát hatta skotið, sum endaði í netinum. Hinvegin hevur tað ikki tann stóra týdningin, tí nú endaði tað tilsamans 3-0 heldur enn 2-0, vísir Egil á Bø á.