TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við landsliðsvenjaran, Lars Olsen aftaná tepra 0-1 ósigurin í Finnlandi.
Lars heldur, at seinast løtan í fyrra hálvleiki, og serliga fyrsti hálvi tímin í seinna hálvleiki vóru bestu løturnar hjá føroyska landsliðnum í dystinum ímóti Finnlandi í kvøld. Fyrsta stóra korterið varð spælið ov fjálturstungið, og seinasta korterið vóru menn ov troyttir er metingin hjá landsliðsvenjaranum.
Lars er altíð sakligur, men heldur ikki hann duldi, at pólski dómarin Marcin Borski hevði alt annað enn sín besta dag, sum fótbóltsdómari.
Lars sigur, at í einum smølum ósigri eru eisini lutir hann kann gleðast um.