Spældu við eld á festivalinum

Uppsettir fuglfirðingar kløkkaðu av álvara illa upplagda KÍ, sum noyddist at skifta tríggjar inn, ið vórðu ætlaðir av spenna frá, áðrenn tað eydnaðist at vinna ímóti undirmannaða ÍF

Mynd: KÍ

Tað er liðugt í Klaksvík, og máltalvan sigur, at KÍ í dag vann 2-1 ímóti ÍF. Tølini eru tey somu, sum tá ið KÍ hóskvøldið á Tórsvølli vann ímóti meistaraliðnum í Bonia Hersegovina.

 

Tá ið Bjarki Danielsen bríkslaði fyri síðstu ferð í dag, mundi tað kennast sum stórur lætti í KÍ leguni. Frá fyrsta bríksli vísti tað seg sum um, at heimaliðið hevði fingið skeiva beinið úr seingini. Heilt nógvir av teimum, sum hava spælt mest fyrr í ár, vóru á beinkinum ella als ikki á listanum, og hugburðurin hjá teimum, sum vóru á vøllinum, hevði lítið við tað at gera, sum KÍ seinastu ferðirnar hevur víst.

 

KÍ var meiri á bóltinum, men tað spurdist einki burturúr, og tá ið ÍF fimm minuttir undan steðginum legði seg á odda, var tað so upplagt, at tað var neyðugt við broytingum á heimaliðnum.

 

Ólavur Larsen var nýggjur við ábyrgd á ÍF beinkinum, og fuglfirðingar spældu sum fyri lívinum. Teir runnu allir fyri ein og ein fyri allar. Teir ofraðu seg fult og heilt, og tá ið teir skoraðu fyri 15. ferð í ár, tevjaðu teir møguleikan fyri tí, sum eingin hevði roknað við.

 

Eftir langa framlegging var tað Uros Stojanov, sum legði bóltin í brotsteigin, har Gundur E. Petersen rann seg leysan millum fleiri mótstøðumenn, sum stóðu stillir. Gundur sendi bóltin í netið, og heimamenninir vóru ikki sørt skelkaðir.

 

KÍ venjarin broytti beinanvegin eftir steðgin liðið nógv. Céderic Yambéré og Alexander Berntsson vórðu skiftir inn í miðverjuna, og Páll A. Klettskarð varð settur inn í álopið.

 

Eftir steðgin var viljin og ferðin hjá KÍ heilt øðrvísi, og tað vóru nógvar støður og nógvir møguleikar í ÍF brotsteiginum. Men Jákup Nolsøe Olsen var ein knassi í málinum. Fýra minuttir eftir steðgin javnaði Joseph Michael Williams til 1-1, tá ið hann eftir innlegg úr vinstru frá Patrick Da Silva og við høvdinum setti bóltin í málið.

 

Tríggjar minuttir seinni var tað heilt avgerandi, at Uros Stojanov hjá ÍF sá gula kortið fyri aðru ferð. Men hóast ÍF var undirmannað í meiri enn 35 minuttir, so var tað ongantíð soleiðis, at spenningurin hvarv. Í 57. minutti skoraði Páll A. Klettskarð eftir upplegg frá Árna Frederiksberg tað, sum vísti seg at vera sigursmálið.

 

Fuglfirðingar stríddust, og klaksvíkingar kring vøllin bitu negl, meðan teirra menn á vøllinum royndu og royndu at skora forloysandi málið.

 

2-1 til KÍ sum nú fer til Bosnia Hersegovina, meðan ÍF avrikið eigur at kveikja undir vónina um, at tað kanska fer at eydnast at skava nøkur stig saman. 

 

 

 

KÍ – ÍF 2-1 (0-1)

 

0-1: Gundur E. Petersen

 

1-1: Joseph Michael Williams

 

2-1: Páll A. Klettskarð

 

Dómari: Bjarki Danielsen

 

KÍ: Ari í Haraldstovu Petersen – Jóannes K. Danielsen, Deni Pavlovic, Børge Petersen, Ahmed Latif – Hallur Hansson, Dan í Soylu, Albert Ejupi – Árni Frederiksberg, Pætur J. Petersen, Joseph Michael Williams

 

ÍF: Jákup Nolsøe Olsen – Símun Kalsø, Bogi Reinert-Petersen, Petur Ullum, Tonni J. Thomsen – Jóhann J. Højbro, Ruben Møller-Nielsen, Karl Løkin, Gundur E. Petersen – Uros Stojanov, Silas Gaard

 

Mynd: KÍ