Uni Dahl, ið eigur og rekur spælfyritøkuna House on Fire í Danmark, metir, at møguleikarnir at menna eina spælvinnu í Føroyum eru góðir og er fegin um, at Spælsmiðjan er komin á føtur.
- Um ein vil koma víðari við spælmenning, so má ein satsa, ein má taka nakrar kjansir. Tá er gott, at kunna hava eitt umhvørvi aftan fyri seg, sum kann stuðla sær, sigur hann.
Í vikuskiftissosialinum hetta vikuskifti er stórt tema um føroysk telduspøl, og ein longri samrøða við Una Dahl er partur av hesum tema.
Hann sigur seg ikki ivast í, at tað eru nokk av evnaríkum fólkum í landinum, men avbjóðingin er at finna tey og seta tey saman. Í so máta eru FT GameJam og Spælsmiðjan sera kærkomin amboð.
Uni Dahl væntar, at tað serliga eru spøl til fartelefonir, ið fara at gera um seg komandi árini, men tó eru telduspølini til vanligar teldur als ikki deyð enn, heldur hann. House on Fire hevur framleitt spælið The Silent Age, sum er tikið niður av netinum á fartelefonir átta milliónir ferðir, men fyri kortum kom spælið út í eini nýggjari útgávu, til teldur.
- Spølini eru grunnleggjandi so ymisk og nøkta ymiskar tørvir, so pláss er fyri báðum sløgum av spølum, sigur hann, og vísir á, at Silent Age, sum upprunaliga var eitt spæl til fartelefonir, nú eisini er at fáa sum spæl til teldur. Spælið er ikki júst hitt sama, av tí at pallurin, sum spøl til teldur byggja á, gevur so nógv fríari ræsur, enn pallurin til fartelefonspøl. Tó er talan í allar mátar um sama spæl. Broytingarnar eru tó, at grafikkurin er ljóðið er vorðið so ómetliga nógv betri í telduútgávuni enn á fartelefonútgávuni.
Hann heldur, at tað er týdningarmikið, at føroyingar koma í gongd við at gera nøkur spøl. Okkurt teirra man fara at klára seg væl, og tá mennararnir av telduspølum hava ítøkilig úrslit at vísa til, tøl fyri, hvussu nógv spøl eru gjørd, hvussu ofta tey eru spæld og hvørjar inntøkurnar eru, fer at vera lættari at fáa til vega neyðugu fíggingina til onnur spøl, tí tá hava mennararnir prógvað, hvør dugur er í teimum, og at tað letur seg gera.
- The Silent Age hevur verið sera væl umtókt, men líka týdningarmikið fyri okkum er, at hetta opnar nógvar nýggjar hurðar fyri okkum, økir um okkara umdømi í vinnuni og gevur okkum nýggjar møguleikar í framtíðini, tá onnur spøl skulu mennast, sigur Uni Dahl.
Les alla samrøðuna, umframt nógv annað um føroysk telduspøl, í Vikuskiftissosialinum.