Komandi fríggjakvøld klokkan 19.30 spælir føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti annan dystin í innleiðandi bólki D í HM-endaspælinum í Trier í Týsklandi.
Dysturin verður móti Spania, ið tekur lut í Posten Cup í hesum døgum fyri at spæla tríggjar dystir undan HM-endaspælinum.
Hóskvøldið spældi Spania móti vertstjóðini, Noregi, og tað gekk av skriðuni. Noreg vann stórsigur 41-19 á Spania. Í steðginum var Noreg á odda 23-6.
Emilie Margrethe Hovden og Nora Mørk, báðar við seks málum vóru toppskjúttar hjá Noregi. Danila Patricia So Delgado og Paula Arcos Poveda, báðar við fýra málum vóru toppskjúttar hjá Spania.
Í morgin klokkan 13 spælir Spania dyst móti Serbia í somu kapping, og sunnudagin klokkan 13 spæla tær móti Ungarn.











