Tríggir avgerandi dystir eru í bólki 2 í millumumfarinum í EM-hondbóltskappingini í dag og í kvøld, og teir kunnu gera av, hvørji lið í hesum bólkinum fara í hálvfinaluna.
Tann fyrsti dysturin er millum Spania og Ísland klokkan 15.10 okkara okkara tíð. Vinna spaniumenn, eru teir í hálvfinaluni. Spania hevur ongan dyst tapt í EM-kappingini, og íslendski venjarin, Guðmundur Guðmundsson (myndin), ásannar, at Ísland skal spæla sítt allarbesta, um liðið skal hava nakran møguleika ímóti spaniumonnum.
Klokkan 17.10 spæla Frakland og Kroatia, og her kunnu kroatar fáa annað beinið í hálvfinaluna, um teir vinna. Teir noyðast tó at vita, hvussu leikur fer millum Ungarn og Slovenia, tí Kroatia hevur bara eitt stig meiri enn Ungarn undan dagsins dystum. Dysturin millum Ungarn og Slovenia byrjar klokkan 19.10.
Støðan í bólkinum er nú hendan undan dystunum í dag:
Spania 5 stig
Kroatia 4 stig
Ungarn 3 stig
Ísland 2 stig
Slovenia 2 stig
Frakland 2 stig