##med2##
Í dag var farið í holt við annað umfar í Firmakappingini hjá FM1.
Fyrsta uppgerðin var ein ógvuliga prestisjufull uppgerð millum Klaksvíkar kommunu og Runavíkar kommunu, og sigast má, at tað var talan um háspenning gjøgnum alla kappingina.
Liðskipari hjá Klaksvíkar kommunu var Eirikur í Jákupsstovu. Liðskipari hjá Runavíkar kommunu var Marita Hentze.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra spennandi Firmakappingina, ið var á FM1 seinnapartin.
Kappast verður annars soleiðis í øðrum umfari:
24. januar: TTS (Klaksvík) - Svend Krossstein (Tórshavn)
31. januar: Sjónám (Klaksvík) - TRYGD (Tórshavn)
7. februar: Bygma Balslev (Hoyvík) - P/F Kaj Andreasen (Hoyvík)
14. februar: MAGN (Tórshavn) - SPEKT (Tórshavn)
21. februar: Faroe Express (Tórshavn) - MRCC (Tórshavn)
21. februar verður lutakast um hvør skal møtast í undanhálvfinalunum og hálvfinalunum.
28. februar verða tvær undan-hálvfinalur, tær verða klokkan 14.05 og klokkan 14.30.
6. mars verða tvær hálvfinalur, tær verða klokkan 14.05 og klokkan 14.30.
FINALAN verður fríggjadagin 13. mars klokkan 14.10.
Høvuðsvinningurin er ein ferð fyri 12 fólk við Skúvadal ferðum undir Vestmannabjørgini við Suppu og døgurða frá Fjørukrónni í Vestmanna. Tveyarin fær "Búff og Bowl" fyri 12 fólk frá Bowlinghøllini á Hálsi í Havn.