Spennandi fyrilestur við Tim Severin

Írski ævintýrarin, rithøvundurin og filmsframleiðarin Tim Severin hevur spennandi fyrilestur á Norðuratlantsbryggjuni 13. august kl. 20. Tim Severin er nærum serútbúgvin í at endurgera og kanna mytur og halgisøgur um heimsins fyrstu stóru rannsóknarfarar og hevur fleiri ferðir ferðast í kjalarvørrinum av millum øðrum Odysseus, Sinbad, Ahab Kapteini, Moby Dick, Ghengis Kahn og fyrstu krossfararunum.

 

Á flestu rannsóknarferðunum hevur Tim ferðast saman við listamanninum Tróndi Paturssyni, ið hevur virkað sum teknari og sjómaður á ferðunum.

Saman hava teir m.a. ferðast um Atlantshavið í einum leðurbáti fyri at kanna, um hald er í halgisøguni um írska halgimennið Skt. Brendan.

 

Tróndur Patursson, ið hevur framsýning á Atlantsbryggjuni í løtuni, verður til staðar hetta kvøldið, tá Tim Severin m.a. greiðir frá um Brendan-ferðina og um Moby Dick rannsóknarferðina, ið Tróndur eisini var við til.

Umframt fyrilestur verða filmar eisini vístir frá ferðini.

 

Atgongumerki kunnu keypast á www.politikenbillet.dk/nordatlanten