Lutakastið til HM 2014 undankappingina hevur við í Rio de Janeiro fyri løtu síðan. Føroyar komu í bólk C saman við Kasakstan, Eysturríki, Írlandi, Svøríki og Týsklandi. Talan er um eitt gott lutakast bæði ítróttarliga og fíggjarliga. Úr veikasta bólkinum fingu vit eitt av teimum sterku londinum, Kasakstan. Teir eru helst ikki eins sterkir og Ísland og Wales, men helst sterkari enn San Marino og Andorra.
Orð eru óneyðug tá tosa verður um Eysturríki í landsliðssamanhangi. Segði nakar Landskrona? Írland hava vit spælt móti fyrr og taptu greitt. Men nú hava vit venjarin, ið teir høvdu tá. So Brian Kerr kennir alt til Írland. Fyri fyrstu ferð eru vit í bólki saman við Svøríki. HB stóð seg væl móti Malmø,, meðan vit hava spælt málleysan javnleik móti Svøríki í venjingardysti. Tað var fyrsti dysturin hjá svensku superstjørnuni Zlatan Ibrahimovic.
Helst kendasti bøkkurin í altjóða fotbólti er tann,ið órógvaði Hjalgrím Elttør, tá hann var bara millimetrar frá at javna í evstu løtu móti Týsklandi í Hannover. Nú fáa vit møguleikan at vísa at tað var bara hepni í bjargaði týskarum tá. Á Tórsvølli skoraðu teir ikki fyrr enn í 89. minutti.
Soleiðis sær síggja bólkarnir út.
Bólkur A:: Wales, Makedonia, Skotland, Belgia, Serbia og Kroatia
Bólkur B:: Malta, Armenia, Bulgaria, Tjekkia, Danmark og Italia
Bólkur C:: Kasakstan, FØROYAR, Eysturríki, Írland, Svøríki og Týskland
Bólkur D:: Andorra, Estland, Rumenia, Ungarn, Turkaland og Holland
Bólkur E:: Ísland, Kypros, Albania, Sveis, Slovenia og Norra
Bólkur F:: Luksembourg, Aserbadjan, Norðurírland, Ísrael, Russland og Portugal
Bólkur G:: Liktinstein, Latvia, Litava, Bosnia-Hersigovina, Slovakia og Grikkaland
Bólkur H:: San Marino, Moldova, Pólland, Ukreina, Montenegro, Ongland
Bólkur I:: Finnland, Georgia, Hvítarussland, Frakland og Spania
20:40 Ronaldo er komin á pallin at hjálpa við lutakastinum. Kundi verið spennandi at vita um hann veit nakað um Føroyar?
20:37 Einki lutakast er til Suðuramerika, tí har spæla øll londini í einum bólki.
20:32 So er klárt at fara í holt við lutakastið til undankappindina hjá UEFA.
20:29 So eru Norður- og Miðamerika, saman við Oceania avgreitt við hjálp frá millum øðrum Mario Zagallo. Fyrsti maðurin at vinna HM sum leikari og venjari.
20:15 Tað er nú ein tími og eitt korter síðani lutakastið byrjaði og vit bíða framvegis eftir at teir skulu koma til Evropa. HM vinnarin frá 1994, Bebeto, hjálpir til við lutakastinum í løtuni.
20:00 Nú er lutakastið til undankappingina í Norðuramerika.
19:55 Nú komu Zico og Lucas á mál við at bólka londini í Asia. So kann ikki verða leingi til at londini í Evropa skulu bólkast. Helst sita nógvir spentir fótbóltsáhugaðir føroyingar og fylgja gongdini.
19:43 So kom Cafu endiliga á mál og nú er tað londini í Asia, ið skulu bólkast. At hjálpa við tí eru komnir Zico og Lucas. Og nei tað er ikki tann útskeldaði Liverpool miðvallarin, men ein 18-ára gamal leikari, ið til dagliga spælir í heimlandinum, Brasil.
19:41 Annars kann nevnast, at tað eru góð 2.000 fólk til lutakastið. Av teimum eru 1.000 tíðindafólk. Cafu stendur í sama stað og bólkar londini í Afrika.
19:35 Neymar og Cafu hava ikki arbeitt so hart í longri tíð sum í kvøld. Tað er ein rúgva av liðnum, ið skulu bólkast.
19:22 Neymar og Cafu, sum lyfti HM-steypið við Brasil í 2002, eru komnir á pallin til at hjálpa til við lutakastinum til undankappingina í Afrika.
19:13 Millum tey, ið eru komin til lutakastið eru Pelé og Joao Havelange, sum er fyrrverandi FIFA forseti. Í løtuni er tað forsetin í Brasil, Dilma Rousseff, ið sigur nøkur orð og bjóðar vælkomin til Brasil.
19:00 Í løtuni er tað FIFA forsetin, Sepp Blatter, ið bjóðar vælkomin. Hann tosar um góðu og stóru ávirkanina í Brasil hevur havt á fótbóltin. Hann vísur eisini á, at tað er týdningarmikið, at øll í Brasil mugu standa saman um hetta HM um tað skal ganga væl.
So er klárt hvørja løtu at byrja lutakastið til HM 2014 undankappingina.
Tað tykist greitt millum føroyskarar kjakarar, at teir vilja hava Ongland í okkara bólk. Tað er stórur áhugi fyri enskum fótbólti í Føroyum, men enn hevur føroyska landsliðið ikki møtt Onglandi í landsdysti.
Á kjak.org eru fleiri kjakarar, ið koma við sínari meining. Teir flestu tykjast vilja hava Ongland og eisini Danmark í okkara bólk. Hinvegin eru stórar fótbóltstjóðir sum Frakland og Italia ikki eins áhugverdar longur. Men tað er helst tí vit hava verið í bólki saman við teimum fleiri ferðir í seinastuni.
Meðan vit bíða eftir lutakastinum, so er her ein grein frá BBC heimasíðuni um støðuna millum okkum, Wales og FIFA. Millum annað er eisini ein samrøða við Brian Kerr.
Greinin sæst HER
Um lutakastið:
Lutakastið til HM undankappingina 2014 verður klokkan 19 í kvøld. Tað eru 53 lond úr Evropa, ið skulu kempa um 13 atgongumerki til HM endaspælið í Brasil.
Lutakastið er skipað soleiðis, at liðini verða deild í níggju bólkar, frá A til I. Liðini eru styrkismett út frá FIFA styrkilistanum, ið hevur fingið nógvar ákoyringar gjøgnum tíðina, fyri ikki at endurspegla styrkina á liðnum nóg væl. Nakað sum walisar og íslendingar helst eru samdir í fyri tíðina.
Um tit ikki vita hví, so kunnu tit lesa meir um tað málið HER
Øll londini eru deild í seks styrkisbólkar, har níggju tey sterkastu eru í bólki 1. Tey kunnu ikki koma í bólk saman, eins og londini í bólki 2 heldur ikki kunnu koma í bólk saman. Í lægsta styrkisbólkinum, bólkur 6, eru bara átta lond. Tí verða bara fimm lond í bólki I.
Av tí at Føroyar eru fluttir upp ein styrkisbólk, so kunnu vit enda í bólki I við bara fýra øðrum londum. Um so verður, so merkir tað at vit skulu spæla færri landsdystir enn londini í hinum bólkunum, har seks lond eru í.
Lutakastið byrjar við at londini í lægsta strykisbólkinum verða koyrd í hvørsín bólk. Síðani koma tey úr næstlægsta styrkisbólkinum og so framvegis.
Orsaka av politiskum orsøkum, so kunnu Russland og Georgia ikki koma í bólk saman. Sama er galdandi fyri Armenia og Aserbadjan.
Teir níggju vinnarnir av bólkunum sleppa beinleiðis til HM endaspælið, meðan átta teir bestu 2arnir skulu spæla um tey fýra seinastu atgongumerkini. Tá verða tað fýra dystir, har londini tvey og tvey hittast á heimavøll og útivølli. Tað eru 32 lond kring heimin, ið sleppa til HM endaspælið. Av teimum koma 13 úr Evropa.
Hóast Spania er bæði heimsmeistari og evropameistari, so skulu teir eisini vinna seg víðari fyri at sleppa til HM endaspælið. So tað er ein møguleiki fyri, at vit sleppa at renna aftaná Xavi, Iniesta og hinum, meðan teir spæla bóltin sína millum.
Her eru styrkisbólkarnir. Bólkur 1 er styrkismettur hægst.
Bólkur 1: Spania, Holland, Týskland, Ongland, Portugal, Italia, Kroatia, Norra og Grikkaland.
Bólkur 2: Frakland, Montenegro, Russland, Svøríki, Danmark, Slovenia, Turkaland, Serbia og Slovakia.
Bólkur 3: Sveis, Írland, Belgia, Tjekkia, Bosnia-Hersigovina, Hvítarussland, Ukreina og Ungarn.
Bólkur 4: Bulgaria, Rumenia, Georgia, Litava, Albania, Skotland, Norðurírland, Eysturríki og Pólland.
Bólkur 5: Armenia, Finnland, Estland, Kypros, Latvia, Makedonia, Aserbadjan og FØROYAR.
Bólkur 6: Wales, Liktinstein, Ísland, Kasakstan, Luksembourg, Malta, Andorra og San Marino.
Hvat er tín dreyma bólkur og hvat er ein marru bólkur fyri okkum?