Spenningur størri enn spælið

Verjurnar stóðu væl, og tí gjørdist álopsspælið ikki tað besta, men einmansavrikini hjá Kyndli knógvaðu at enda kollfirðingunum

 

 

Kyndil er tvífaldur steypavinnari, eftir at menninir gjørdu kvinnunum kynstrið eftir.

 

Tað var Kyndil, sum var omaná fyri tað nógva. Fyrstu løtuna royndu teir at skræða seg leysar av KÍF, sum hevði ilt við at fáa nakað álopsspæl at koyra. Men við framúr kontraspæli fekk KÍF aftur fatur á dystinum.

 

Myndir av fegnum steypavinnarum síggjast HER

 

Eftir steðgin tóktist gongdin at halda fram. Kollfirðingar hava tiltikna orku, tá spælt verður, og seinasta korterið tóktist tað, sum var krútið hjá Kyndli uppi.

 

Kollfirðingar valdu tá at mansverja David Edvardsen, sum hevði verið ein stór hóttan, men einmansavrik frá Hans Áka Dal-Christiansen, Finni Hansson og ikki minst Mladen í málinum hildu Kyndli í dystinum.

 

Hans Áki kundi avgjørt, tá hann ein minutt fyri dystarlok hevði kontramøguleika til 22-20, men Óla Christian bjargaði, og so hevði KÍF møguleikan at javna. Møguleikin gjørdist ikki minni, tá Hørður Fannar fekk tveir minuttir, men tá álopsroyndin skuldi spælast ígjøgnum, heilkiksaðu kolllfirðingarnir. Við 20 sekundum eftir skuldi Kyndil bara nøla, og tað gjørdu teir í 19 sekund, áðrenn ein púra leysur Finnur Hansson setti eitt frekt punktum fyri eini finalu, har tað var spenningur heldur enn gott spæl, sum hongur eftir í minninum.

 

Myndir frá dystinum síggjast HER

 

Fakta um dystin

Kyndil-KÍF 22-20 (9-8)